Jonhard Hansen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Jonhard hevur fleiri kasjettar, sum hann kann seta á tann nú bera skallan. Hann er kokkur á sementvirkinum Løvubetong og sunnudagar er hann av og í torninum á Halldórsvíkar kirkju og ringir. Jonhard er føddur 22. desember 1961.
-Eg havi verið leingi burtur frá heimbygdini, men nú eri eg fluttur heim aftur. Eg búgvi í barnaheiminum. Eg eri komin aftur, har alt byrjaði. Eg eri á onkran hátt bundin at heimbygdini, fái ikki slept henni, eg fái ikki slept Vík og behøvist heldur ikki, sigur Jonhard Hansen.
-Eg avloysi í torninum og eri ikki fastur klokkari. Eg havi verið kirkjufólk alt lívið, men eri ikki ein av teimum, sum hava verið so nógv at sæð í kirkjuni og tó havi eg fingið álitisstørv. Umframt at vera klokkari syngið eg eisini fyri líki, sigur Jonhard Hansen.
Jonhard eigur ein son, sum er 28 ára gamal og konan Ida Berthelsen eigur tvey vaksin børn, drong og gentu.
-Og hendan samanrenning hevur ført við sær, at eg eri vorðin pappabbi, sjálvt um eg rokni meg sum ordiligan abba. Dótturin Gunleyg eigur tvey børn, sigur Jonhard smílandi. Hann er errin av heitinum.
-Eg havi siglt sum kokkur í nógv ár. Fyrsta skipið eg mynstraði sum kokkur var umborð á Jónrid.
-Eg var so óheppin, at eg fekk ein blóðtøpp, sum skerdi forleikarnar. Í dag eri eg í einum vardum starvi sum kokkur á Løvubetong, og tað eri eg fegin um. Eg geri døgurða hvønn dag á arbeiðsplássinum og fríggjadag baki eg kaku, sigur hann.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.