Skriva út

Jón Hentze

Jón Hentze.jpg
Jón Hentze
klokkari
Skopunar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jón Hentze hevur verið klokkari eina tíð. Hann byrjaði saman við Johan Leo og tað eru tvey ár síðan. Jón arbeiðir á fiskavirkinum Sandoy Seafood og er føddur 23. apríl 1966.

-Beiggi mín Odmar er klokkari. Hann helt seg hava ov nógv og bað meg eisini. Hetta er ein klokkarafamilja eg eri av. Bæði abbi mín, pápi mín, beiggi mín og nú eg sjálvur hava verið klokkarar.

-Mær dámar væl at vera klokkari. Eg havi altíð gingið í kirkju. Eg varð tikin við í kirkju so langt aftur eg kann minnast.

-Vit skiftast um at vera klokkarar, taka ein mána ágangin og tað riggar fínt, sigur hann.

-Eg eri glaður fyri at arbeiða á Sandoy Seafood. Eg havi verið har seinastu átta árini hetta skiftið. Annars hevur flakavirkið verið mítt arbeiðspláss alt lívið. Eg taki mær at innaneftirlitinum og avskipingar, luttaki ikki beinleiðis í fiskaarbeiði, sigur Jón Hentze.

-Teldan fer við nógv av míni frítíð. Teldan er góð og serliga góð, tá ið man er einsamallur. Mamma livir enn. Ein systur mín býr í Danmark. Eg plagi at vitja í Danmark. Í summar er ætlanin at gera eina longri ferð við systrini, sváginum og einum systkinnabarni. Vit ætla til USA og koyra eftir rutu 66 frá Chicago og til Kalifornia. Hetta er ein long ferð, næstan 4000 kilometur.

(samrøðan varð gjørd í februar 2017).

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.