Jón Eirikur Joensen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Jón Eirikur er føddur 15. juli í 1953. Og at vera føddur mitt í juli, tað er einki serligt fyri ein drong í skúlaaldri.
-Eg fekk ongantíð søgu á mínum føðingardegi. Vit vóru øll í summarfrí, tá ið eg fylti, sigur Jón Eirikur Joensen.
-Eg eri uppvaksin í Miðvági, eri miðvingur við stórum M og mær dámar best rundan um her í Vágunum. Eg eri ættaður úr býlinginum Við Kirkjar. Eg búgvi í húsunum hjá foreldrunum. Tey bæði eru farin um sýn. Í løtuni takist eg fyri fyrifallandi arbeiði innan smíðing og stoyping og tíbetur er mesta arbeiðið í Vágunum.
-Eg byrjaði í desember 1987 at spæla í kirkjuni. Eg dugdi at spæla klaver áðrenn. Hevði gingið til klaverundirvísing hjá Árna Hansen, lærara í Havn. Eg gekk eisini til orgulundirvísing hjá Oddvør Johansen og síðan hjá Gudmund Mortensen, sum er fastur organistur í dómkirkjuni. Eg fekk á HF í Hoydølum og har hevði eg Kristian Blak sum tónleikalærara.
-Í 1996-97 var eg niðri í Keypmannahavn og lærdi til sjúkrahjálpara. Eg nýtti frítíðina til at gerast betri í orgulspæli. Eg gekk til ein organist sum kallaðist Ulla Kirstens. Hon var ein dugnaligur organistur. Eg skuldi venja í eini kirkju niðri, har tað var neyðugt at súkkla. Tað bar eisini til. Tað er gott at fáa undirvising og eg venji i kirkjuni fleiri ferðir um vikuna. Eisini sunnudagar eftir kirkjutíð. Eg eri ógiftur og eg plagi at vera boðin til døgurða hjá beiggja mínum, tá íð hann er heima. Tey eta klokkan tvey og tað er lekkur at sita og spæla og so fara gorhungraður til eitt dekkað borð, sigur Jón Eirikur.
-Vit eiga eitt gott orgul í Miðvágs kirkju. Christian Kruse hevur gjørt tað og pípurnar koma úr Týsklandi. Orgulið hava vit fingið frá eini miðvágskonu, sum giftist við bretskum hermanni. Tað kostaði 1,3 millión og hon betalti tað við rubb og stubb. Hon gav eisini eina heila millión til kirkjuna til umvælingar.
-Eg var til skips sum ungur, bæði í Grønlandi, Íslandi og eystanfyri. Men mær dámdi sjólívið ikki nóg væl til at tað skuldi gerast mítt lívsstarv.
-Útbúgvingina sum sjúkrahjálpari havi eg ikki brúkt nógv. Jú, eg var um mammu mína, og passaði hana, tá hon var sjúk. Annars havi eg í nøkur ár arbeitt á barnagarði og á varda verkstaðnum í Sørvág.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.