Johnny Mouritsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard.
Johnny Mouritsen er sørvingur og búsitandi í Hvalvík. Hann hevur konu úr Hvalvík. Hann er klokkari í kirkjuni og tað er ikki so langt síðan at hann gjørdist klokkari. Johnny er føddur 26. juli 1971.
-Eg arbeiði í Banknordik í Havn. Í 1997 avgjørdu vit at flyta til Hvalvíkar, har kona mín, Jana, er ættað. Tað vóru fleiri grundir til vit fluttu, ringt at fáa grundstykki og barnaansing. Og so hevði konan alla familjuna í Hvalvík.
-Eg havi nú verið klokkari í eitt ár. Eg eri biðin tvær ferðir og seinnu ferðina segði eg ja. Eg eri stórt sæð altíð í kirkju og tí er onki í vegin fyri at vera klokkari
-Eg haldi ikki, at eg var serliga skeptiskur við at flyta. Fyrst búðu vit í einum eldri húsum og síðan hava vit bygt. Og tað var ikki ringt at koma inn í bygdarlívið. Konan hevur stóra familju, tey eru seks systkin. Og eg hvíli væl í mær sjálvum og havi kki so stóran tørv at vera úti millum fólk. Gev mær eina góða bók, og eg havi tað gott, sigur Johnny Mouritsen.
-Eg eri virkin innan horntónleik og spæli tuba. Eg spæli enn í Sørvágs Tónleikarafelag og eisini í Eiðis Ljómfelag. Eg havi enn tætt samband til Sørvágs. Eg vitji javnan foreldrini, sum búgva har og eisini búgva tvær systrar í Sørvági.
-Kirkjutænarar, klokkarar og deknar hava verið nógv í míni familju, hetta arbeiðið er ikki ókent fyri meg.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.