Skriva út

Johnleif Hansen

Rituvík - Johnleif Hansen, klokkari
Johnleif Hansen
klokkari
Rituvíkar kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Í Rituvík verður ikki farið út um bygdina, um okkurt reint mekaniskt gongur fyri í kirkjutorninum. Kirkjan er væl mannað við klokkarum, sum eru smiðir og tey klára at umvæla um nakað gongur fyri. Ein av smiðjunum, sum eisini hevur átikið sær at vera klokkari er Jónleif Hansen, sum er føddur 1 juli í 1978. Hann roknar seg sum heilan rituvíking, hóast helvtin av blóðinum stavar frá Lambareiði, har pápin Hans Petur Hansen er ættaður. Og at eita annað enn Olsen ella Højgaard í Rituvík er eitt sindur óvanligt. Mamman er rituvíkskonan Jórun Olsen. 

    -Helgi Olsen, formaður í kirkjuráðnum, spurdi meg, um eg vildi vera klokkari og gav mær stundir at hugsa meg um. Eg hugsaði ikki leingi, so segðii eg ja. Og eg var nokk so ósikkur í fyrstuni. Tað er alt hettar her við at vita nær man skal og hvussu eg skal ringja. Hvussu er skikkurin og hvussu skal man gera. Og tá er gott at hava gamlar og garvaðar klokkarar at heita á og at leggja einum lag á, sigur Jónleif Hansen. 

    -Eg byrjaði í 2010. Vit eru tríggir, sum eru fastir. Vit býta tað í millum okkum. Um høgtíðirnar býta vit gudstænasturnar sundur millum okkum. Maggi Olsen plagar at ringja runt og skipa fyri.

Til jarðarferðir koyrir hann líkbilin og tá eru tað vit báðir, sum eru eftir, sum skiftast um at ringja.
 
    -Eg eri uppvaksin í kirkjuni og havi gingið har alt eg kann minnast og eg eri eisini leiddur í sunnudagsskúlan í missiónshúsinum. Tí er hetta eitt natúrligt starv fyri meg,. 

    -Jónleif er smiður og hann arbeiðir í smiðjuni hjá Landsverk á Lambareiði. 

    - Eg lærdi í smiðjuni hjá FJM í Runavík, hendan er í dag ein partur av MEST. Og hví eg akkurát fór at læra jarnsmíð hevur nakað at gera við, at pápi mín eisini er smiður og eg havi havt áhuga sum smádrongur fyri hansara arbeiði. Tað besta við at vera smiður er at kunna loysa trupulleikar og duga at gera ting aftur, sum ganga fyri. 

    -Eg havi ikki hugsað um at fáa mær víðari útbúgving, eitt nú maskinmeistara. Tað at ganga í skúla er ikki akkurát eg, tó havi eg onkuntið hugsað um at fari at tikið maskinistprógv, nú fáa vit at síggja. Arbeiðið hjá Landsverk er ógvuliga fjølbroytt, har er alt frá at grava kava og til vanligt smiðjuarbeiði