Skriva út

Johannes Johannesen

Húsar - Johannes Johannesen, klokkari
Johannes Johannesen
klokkari
Húsa kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sum 17 ára gamal, varð Jóhannes Johannesen úr Klaksvík, biðin um at vera vikarur í skúlanum á Húsum í Kalsoynni. Tað hoyrdi til starvið at lærarin læs í kirkjuni.

-Tað kom ikki nógv burtur úr lestri. Geila Jóannes segði, at nú mátti eg taka yvir. Men hetta árið, eg var vikarur í 1966-67, læs hann lestur, eg haldi, at eg slapp bara einaferð at lesa lestur og so ordnaði eg alt hitt í kirkjuni, sigur Jóhannes Johannesen, sum er føddur í 1949 í Klaksvík.

-Eg var vikarur á Húsum og á Syðradali. Eg var aðru hvørja viku í hvørjum skúla, og vikuna eg var á Syðradali komu húsabørnni við og øvugt. Vit gingu í millum. Eg var júst liðugur við realskúlan í Klaksvík og var biðin til hetta starv. Lærarastarvið innibar at gera tænastu í kirkjuni og síðan skuldi eg eisini hjálpa fólki við at týða brøv.

-Eg átti tveir pápabeiggjar á Húsum og búði uppi á Gørðum hjá familjuni. Meðan eg var á Húsum, kom elektrisitetið til bygdina.

-Tað vóru tey eldru børnini, sum skiftu millum skúlarnar og onkuntíð, tá ið gott veður var, møttust vit mitt á leiðini og høvdu undirvísingina úti. Tað var í dalinum, har smoltstøðin er í dag. Tá vóru eini 14-15 børn í skúla. Eg haldi í dag, at eg var alt for ungur til ábyrgdina. Tað var ein øgilig virðing fyri læraranum og eg virkaði eisini sum sálarhirði í bygdini

-Eg havi verið lærari síðan, mítt lív er at vera lærari. Tók prógv á Odense Seminarium og seinni tók eg útbúgving sum talulærari. Havi undirvíst børnum við down syndromi í Klaksvík, sigur hann.

Jóhannes er giftur við Hildu Viderø, tey giftust í 1979. Tey eiga tveir synir og eitt barnabarn.