Jóhanna Thomasen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Jóhanna er ein av teimum fýra kirkjusangarunum, sum standa við orgulið í Hans Egedekirkjuni, tá íð føroyski presturin Borgny Brunnings Hansen heldur gudstænastu fyri føroyingunum í Sankta Ólavs kirkjuliðnum í Keypmannahavn. Jóhanna er fødd 22 mars í 1979.
-Mær dámar at syngja og eg havi altíð sungið. Orsøkin til, at eg eri kirkjusangari her í kirkjuni er, at eg var í Húsakórinum og Bogi Mouritsen bað meg syngja alt. Eg eri annars sopran. Eg havi verið kirkjusangari í átta ár, sigur Jóhanna Thomasen.
-Og hvør eri eg? Mamma mín er ættað úr Gjógv og eitur Malena Klein. Pápi mín eitur Arnfinnur Thomasen, og er úr Vági. Hetta hevur ført við sær, at eg havi búð í níggju ár í Klaksvík, nøkur ár í Vági og so aftur nøkur ár í Havn, áðrenn eg flutti niður sum 21 ára gomul og eg eri enn búsitandi í Danmark. Eg havi arbeitt sum lærari í fólkaskúlanum og nú eri eg studentaskúlalærari og undirvísi í retorik og donskum. Eg haldi saman við Jóan Petur Petersen og vit eiga eina dóttir saman. Hon er 16 mánar gomul.
-Eg trívist væl niðri. Og føroyska kirkjan er eitt inkluderandi stað. Her er øll líka. Fyri meg er tað at ganga í kirkju nakað størri enn eg sjálv. Og málfelagsskapurin í kirkjuni hevur týdning fyri meg. Fólk eru vinarlig og her er gleði at síggja. Føroyska gudstænastan er eitt frírúm í gerandisdegnum. Eg upplivi gleði og frið í kirkjuni og tað er sunt at gloyma seg sjálvan viðhvørt.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”