Skriva út
Jóhanna Maria Isaksen
Fleiri av kirkjutænarunum í Húsa kirkju hava gjørt tænastu í kirkjuni, síðan tey vóru børn. Tey eru hildin til og hava roynt seg sum klokkarar og deknar undir barnagudstænastum, so langt aftur tey minnast. Ein av hesum er Jóhanna Maria Isaksen, sum er fødd tann 11 november 1988.
-Eg læs fyrstu ferð heilan lestur í 2005, tá íð var eg 17 ára gomul. Børn her í bygdini sleppa at lesa í kirkjuni frá tey eru heilt lítil, eitt nú faðirvár.
-Eg ivaðist ikki, tá íð eg var biðin til dekn. Eg var eitt sindur bangin í fyrstuni, um eg nú fór at lesa rætt, men tað fekk meg ikki til at halda meg aftur,, sigur Jóhanna Maria Isaksen.
-Tað er ikki bara sum at siga tað at lesa altíð. Serliga ringt kann tað vera, at fáa ein samanhang í epistulin, sum verður lisin undan lestri. Sjálvur lesturin er sjálvdan ringur at lesa, men epistilin og evangeliið kann vera trupult at koma í gjøgnum.
Jóhanna Maria er uppvaksin á Húsum og hevur búð í bygdini alt lívið. Hon eigur tvær smágentur.
-Eg arbeiði á smoltstøðinim í einum starvi, sum svarar til hálva tíð. Síðan passi eg børnini, havi seyð og gerið rabarbusaft, sum vit selja til ferðafólk.
-Í dag eri eg fastur deknur í kirkjuni og tað havi eg verið seinastu tvey árini.