Johan Sørin Berg
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
“Eg havi verið klokkari í eitt ár. Eg hevði slett ikki hugsað um, at eg nakrantíð skuldi gerast klokkari. Tey ringdu til mín. Eg helt, at tað kundi gera tað sama, onkur skuldi vera og eg segði ja,” sigur Johan Sørin Berg, sum er føddur 13. desember 1950.
-Tað var kanska eitt sindur ringt at ringja í fyrstuni, áðrenn mann kom á lagið, men nú gongur tað sum eftir ánni. Tað er eisini eitt sindur ójavnt, hvussu klokkarar ringja, summir styttri og summir longri. Eg plagi sjálvur at telja sløgini, fyri at vita hvussu leingi eg skal hála í bandið.
-Tað av ikki í mínum tonkum, tá eg sum ungur fór á eina missiónslegu til Leirvíkar, at tað skuldi enda sum ein fríggjaraferð. Hetta var í 1977 og eg var heima og fór norður at vera saman við øðrum ungum. Og har møtti eg konuni Bergfríð Berg. Vit hava fingið fýra børn, tríggjar døtur og ein son og tað er vorðir til seks barnabørn. Og tað hevði týdning fyri meg at vera heima, meðan børnini vóru smá. Tí valdi eg at forvinna minni av peningi við at vera heima, enn hvat eg hevði tjent, um eg helt fram at sigla. Men hetta hevði týdning fyri meg, tíðin gongur so skjótt og eg vildi sleppa at síggja tey vaksa upp. Hetta var eitt tilvitað val, pengar eru ikki alt.
-Eg sigldi øll árini til eg giftist. Fyrsti túrurin var sum messudrongur við Ranafossi. Eg var tveir saltfiskatúrar við og tjenti 4000 krónur. Tað var ikki nøkur stór ársinntøka. Eg var eisini í Grønlandi við síðutrolaranum Vágbingi og havi verið á rækjuveiðu við Karinu.
-Nú eri eg heimamaður og arbeiði hjá kommununi. Fyrr hevði eg ein flutningsbil og var sjálvstøðugur vinnurekandi.
-Eg rokni við, at eg haldi fram sum klokkari so leingi heilsan loyvir tí, ein mána í senn.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.