Skriva út
Jóhan Kallsoy
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
At vera musikalskur er viðføtt og summi fáa betri umstøður heilt frá barni av at menna tónleikin enn onnur. Jóhan Kallsoy er ein av teimum. Tað hevur altíð verið tónleikur í hansara barnaheimi.
Pápin Tóroddur Kalsoy spældi upp á mandolin og violin. Eldri beiggin Sámal er rættuliga musikalskur og tann musikalski Jóhan royndi ljóðførini, sum Sámal kom heim við.
-Pápi mín var eiðismaður og flutti á Skála í 1942. Pápi gekk til orgulspæl hjá Chr. Høj á Strondum og dugdi at spæla. Og eg eri føddur við logiskari tankagongd, tí fataði eg skjótt, tá pápi lærdi meg nótarnar sum smádrongur. Tað vóru tvær nótabøkur, sum eg tók míni fyrstu fet í.
Onnur var Bielefeldt og hin Hjemlandstoner. Tær vóru heima hjá okkum og eg spældi fyri meg sjálvan og pápi spældi eisini úr hesum bókum. Eg var tá ein reinur amatørur við fingursetningi.
-Í 1983 fór eg at ganga til orgul á kvøldskúla. Tað var Súni Kristiansen, sum var lærari og tá kom rættuliga gongd á mítt orgulspæl. Súni hevur havt velduga ávirkan á orgulspælið her á Skála. Eg lærdi eisini klaver. Tað var skjótt, at eg slapp at spæla okkurt preludium í kirkjuni og síðan onkran sálm undir gudstænastuni og síðan varð hetta økt, til eg spældi til heilar gudstænastur. Eg fór niðurí 1987 at lesa og kom heim aftur í 1992. Tá fór eg at skiftast við Marner Johansen og Óla Olsen at spæla í kirkjuni.
Jóhan Kallsoy kann hyggja aftur á eitt spennandi tónleikarlistarligt lív. Hann hevur eisini roynt violinina. Fyrst eitt sindur heima, síðan gekk hann til undirvísing hjá Símun Nónklett. Tá var hann 22 ára gamal. Og saxofonin er eisini roynd.
-Eg var forvitin og sappaði í millum og havi enntá roynt meg i einum stórbandi, og tað var spennandi og stuttligt, sigur Jóhan Kallsoy.
-Kirkjan sigur mær nógv. Tað koma tíðir í lívinum, tá ting fella upp á pláss og eg eri góður við kirkjuna og vóni, at fólk fara at flokkast um hana.
-Fyri mær er tað ikki ein plikt, at spæla orgul í kirkjuni. Eg havi stóra gleði av at hoyra fólk syngja. Eg starvist umborð á Smyrli sum elektrikari og búgvi í Vági. Og eg havi tann stóra heiður, at vera tiltaksorganistur í kirkjunum kring alla Suðuroynna og tað er mær ein gleði, sigur Jóhan Kallsoy.