Jógvan Jensen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Jógvan Jensen hevur verið klokkari síðan hann var heilt ungur og seinastu 15 árini hevur hann verið fastur klokkarin. Jógvan er føddur 11. mai í 1946.
-Eg var klokkari sum blaðungur, ella rættari avloysari hjá gamla klokkaranum Tummas Michael Jensen. Fyri 15 árum síðani legðist eg uppi og síðan tá havi eg verið fastur klokkari í Famjins kirkju.
-Eitt systkinnabarn hjá pappa var klokkari. Hann var lamin, men hóast tað, so kláraði hann at koma upp í tornið. Hann kallaðist Edward.
-Eg fór burtur, tá ið eg var 15 ára gamal. Var burtur eina tíð og síðan fór eg at læra í smiðjuni hjá Wenzel Petersen Úti í Bakka í Havn. Tá ið eg var liðugur við smiðjulæruna fór eg á maskinmeistaraskúla og síðan út at sigla í handilsflotanum. Eg var sjey ár við Maersk og trý ár við Global.
-Mær dámdi væl at sigla úti. Einaferð var eg átta mánar burtur. Mær dámdi eisin ivæl tær longu ferðirnar, einaferð sigldu vit í linjufart millum New York og Singapore. Túrurin tók 63 døgn. Men tað var stuttligt at sigla. Tá var manningin mest sum øll donsk og vit fingu góðan danska mat.
-Eg havi róð út seinastu árini. Eg havi ein bát her í Famjin. Men tað hevur einki verið at fingið tey seinastu árini og hetta seinasta summarið hava vit ikki veðrir at skylda uppá, tað hevur verið so hendingagott veður í summar.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.