Jógvan Dam
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Eftirnavnið Dam er víða um í Sundalagnum. Og ein av klokkarunum í Kollfjarðar kirkju ber eisini Dam eftirnavið. Hann eitur Jógvan Dam og er føddur 29. september 1955.
-Abbi mín Jens Andrias Dam fortaldi, at ein prestur var í Kvívík, sum hevði Dam til eftirnavn. Olduromma mín helt hetta eftirnavn vera so vakurt, at hon gav øllum sínum børnum tað til eftirnavn. Og tað var eisini ein dammari, sum bað meg um at vera klokkari. Annfinn Dam var formaður í kirkjuráðnum. Hann var eisini klokkari. Hann sigldi og eg ringdi, tá ið hann var burtur. Eg ringdi fyrstu ferð fimta juli í 2009. Nú eri eg fastur og ringi triðja hvønn mána.
-Eg eri húsavørður í Tórshavnar kommunu. Hetta havi eg gjørt seinastu 17 árini. Áðrenn tað arbeiddi eg sum sjálvstøðugur timburmeistari.
-Eg fór ungur til Havnar at læra til timburmann. Eg lærdi hjá hvalbinginum Signar Olsen. Lærutíðin var spennandi og eg slapp at gera nógv. Og arbeiðið verður lættari, um man sleppur fram at og veit hví at ein skal loysa eina upp á akkurát handan mátan. Tað eru royndirnar hjá øðrum, sum man førir víðari. Eg var bara 15 ára gamal, tá ið eg fór at læra, sigur hann.
-Tað gekk ein tið, áðrenn áhugin fyri klokkarastarvinum rættuliga vaknaði. Í fyrstuni skuldi hetta bara gerast, hetta var nakað, sum skuldi fáast frá hondini. Nú eri eg glaður fyri at vera klokkari. Hetta starvið veksur við tíðini og gerst djúpari fyri ein persónliga.
-Eg ringi triggjar ferðir sunnumorgun og tað merkir, at eg skal fyrri upp, tá eg havi vakt. Eitt er í hvussu er tyðuligt, eg eri nærri í kontakt við tað andaliga, teir dagar eg eri klokkari.
Jógvan Dam er giftur við Miriam úr Vestmanna. Tey eiga tveir dreingir.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.