Skriva út
Jofridt Jensen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Jofridt er eitt sorgarnavn og sprettir úr herviligu meslingunum, sum herjaðu við oyðandi febri í Fuglafirði og í Føroyum seinast í tjúgunum í farnu øld. Navnið Jofridt er ein samanseting av tí 22 ára gamla Jógvan og tí 18 ára gomlu Fridu,sum vóru systkin hjá mammu Jofridt og sum doyðu í 1928 av meslingum. Jofridt mundi eisini mist mammubeiggjan Petur Jacob og mammusystrina Hansinu, men tey hóraðu akkurát undan hesum sváru meslingum. Jofridt er føddur tvey ár eftir hendan sorgarleikin í familjuni og tyngd av sorg dugdi mamman ikki annað enn at linna um saknin, við at taka eitt sindur av nøvnunum hjá deyðu systkjunum inn í navnið hjá nýggja alvanum, sum fyri tað mesta svav og fekk heita mjólk úr flógvum brósti.
-Eg haldi ikki, at navnið hevur tyngt meg, eg havi fingið eitt langt og hendingaríkt lív og eg eri nøgdur, sigur Jofridt Jensen.
Jofridt byrjaði í starvi í kirkjuni í 1947 sum 17 ára gamal. Onkuntíð avloysti hann sum klokkari, men arbeiðið var í høvuðsheitinum at pumpa, so ljóð fekst úr urguni. Um hetta mundi var Reyðberg, lærari, organistur í kirkjuni.
-Sum við øllum arbeiðinum, skuldi ein ansa sær. Um eg pumpaði ov hart, tá var ikki í lagi og um eg pumpaði ov spakuliga, spældi urgan falskt. Tú pumpaði við hond. Talan var um eitt lítið danskt pípuorgul. Seinni fór Jákup Pauli, málarin, at spæla upp á urguna, og hann var í tænastu í mong ár. Mítt klokkarastarv var fyrstu árini mest sum avloysari fyri Edward Skarðsá. Hann var virkin í missiónini og ferðaðist kring landið á missiónsviku og eg var avloysari hjá honum. Hin klokkarin var Aleksander, dykkarin og tá ið honum barst frá avloystu synirnir Óli og Edmund. Um tað mundi, tá ið eg arbeiddi í Grønlandi, var langt í millum, at eg var í torninum.
-Eg havi verið kirkjutænari undir nógvum prestum. Hvas var tann fyrsti, síðan Sand, Harnæst, Torkil Beder, Emil Olsen, Olufson, Una Næs, dómprósti og eisini havi eg ringt nakrar ferðir hjá sitandi presti, Anne Mette Klemensen. Eg segði upp tað árið Uni Næs gavst,tá var eg 70 ára gamal og havi verið onkuntíð í tænastu síðan.
-Eg haldi ikki, at tað er so áhugavert at ringja nú vit hava fingið automatisku klokkuna. Meira spennandi var at ringja við hond. Tá ið eg byrjaði, ringdu vit í ein heilan tíma klokkan seks um morgunin høgtiðsdagar, vit skiftust í millum at ringja og kima og at kima var lættari. Síðan er ringingin flutt til klokkan átta fyrstu ferð og nú klokkan níggju.
Jofridt er útbúgvin skipasmiðjur til træskip á bedingini í Fuglafirði og her arbeiddi hann 15 ár út í eitt. Í tíðarskeiðnum 1953-1963 var Jofridt millum annað um summarið krambakallur í einum skúri í gomlu føroyingarhavnini. Hann var eisini sjakformaður at landa skip. Teir fóru yvir í mai og komu heim aftur í september og tvey ár kom tað fyri, at teir ikki vóru heima aftur fyrr enn í oktober. Jofridt gjørdist eftir grønlandsárini formaður á Handils og Frystivirkinum og var í hesum starvi í næstan 30 ár. Síðan fór hann á Havsbrún og var har til hann legði frá sær vegna aldur.
-Tíðina á bedingini minnist hann við einum smíli. Tað var ein spennandi tíð. Hann var millum annað við at umbyggja Gulldrang, eitt skip, sum í mong ár var virkið út frá Fuglafirði. Hetta var ein norskur bátur, sum komin til Føroyar var tikin heilt niður og bygdur av nýggjum.
-Serliga spennandi var arbeiði við sveittakistuni, har vit hitaðu plankarnar fyri at boyggja teir kring skrokkin. Tú skuldi vera neyvur, men eg minnist einki til, at arbeiði miseydnaðist. Tá plankarnir vóru vorðnir heitir, kundu teir bendast og vóru sum gummi. Teir vóru altíð liðugt tilevnaðir, áðrenn teir fóru í sveittakistuna, sigur Jofridt Jensen.