Jofrid Borgardal
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Jofrid er sandvíkingur, og hon er fødd 8. mai 1932. Foreldrini búðu í Sandvík. Sum ung fór hon til Havnar at arbeiða. Har møtti hon manninum Michael. Eftirnavnið Borgardal kemur úr Mykinesi, mamma Michael var ættað úr Mykinesi. Tey keyptu navnið, Borgardal, eftir at tey vóru farin til Stóru Dímunar at búgva.
-Eg og maðurin møttust í Havn. Eg arbeiddi á Ellisheiminum, og hann bóndaðist í Havnardali og koyrdi út vøru. Vit vóru seks ár í Havn, eftir at vit giftust. Síðan fluttu vit út í Stóru Dímun, har búðu vit í átta ár. Systir mín, Kinna, var gift við bóndanum Janusi. Vit høvdu nøkur góð ár í Dímun, manglaðu ongantíð nakað. Tá ið vit fluttu úr oynni í 1971, fóru vit til Sandvíkar til mammu og pabba at búgva, og har vóru vit verandi.
-Eg havi verið deknur, men man skal venja seg við at lesa. Eg arbeiddi eisini sum heimahjálp um alla oynna, so tað vóru ikki allar sunnudagar, har eg hevði frí. Tá avloysti hin deknurin meg, og tað var beiggi mín, Steingrímur, hann var deknur leingi. Hann doyði so knappliga.
Eg var heimahjálp í heili 26 ár, heilt til eg var 68 ára gomul, og eg má siga, at eg havi livað eitt gott lív, sigur Jofrid Borgardal.
Jofrid og Michael fingu fimm børn, og tað er vorðið til 13 ommubørn og 13 langommubørn.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.