Skriva út
Joen Karl Djurhuus
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Jóan Karl Djurhuus hevur verið kirkjutænari í Selatraðar kirkju í yvir hálvthundrað ár. Fyrstu tíðina sum klokkari og síðan sum deknur. Fyrsti árini, frá tí hann var borðin í heim og júst meðan kjøtið ræstnaði í hjøllunum kring landið, neyvari roknað tann 21 oktober 1942 og kríggj var úti í heimi, búði hann á Lambareiði. Mamma hansara var ættað hagani og pápin av Selatrað. Hann er uppkallaður eftir abbanum Jóan Karl av Lambareiði, sum var ættaður úr Oyndarfirði. Hann fórst við Imanuel, saman við so nógvum øðrum har á leiðini. Edward úr Oyndarfirði kom út av vera hjá teimum, nú bróðurin var burturgingin. Hann var ógiftur.
-Tað eru 52 ár ligin síðan eg bleiv kirkjutænari. Og tað byrjaði soleiðis, at gamli klokkarin Sjúrður Thorsvik var vorðin lamin og orkaði illa upp í tornið. Hann var ógiftur og var húskallur hjá systur síni og hevði verið klokkari í 30 ár. Hann hevði eisini nógv at gera sum klokkari, ringdi klokkan tíggju, ellivu og á middegi, tá ið gudstænastan byrjaði. Hann spurdi meg, um eg kundi taka tørn tær fyrstu ringingarnar á morgni og eg segði ja.
-Tá ið smoltstøðin kom í 1986, bleiv eg samstundis fastur klokkari. Og tá ið gamli deknur Aksel Jacobsen doyði í 2008, var eg biðin um at lesa. Eg lækkaði í tign, frá mínum høga starvi í torninum og niður á kórsgáttina. Henning Bøgesvang var prestur um hetta mundi, og tað var hann, sum kom við hesi skemtiligu myndini.
-Tað hevur havt stóran týdning fyri meg at hava verið kirkjutænari í 52 ár, hóast hetta ikki hevur verið samanhangandi. Tað er ein høgtíð yvir arbeiðinum og í mínum uppvøkstri ein stór virðing fyri kirkjuni. Altarklæðir vóru altarklæðir og vóru ikki brúkt til annað.
-Eg fór á skiparaskúla í 1965 og sigldi í mong ár við Baki hjá Skipafelagnum. Eg var eisini við Agnes Louise. Vit eru átta brøður. Eg var næstan gamal drongur. Eg var 42, tá ið eg giftist. Eg var niðri í Hirtshals við Baki, hann skuldi sandblásast. Eg kom nógv á Sjómansheimi, og har arbeiddi mín komandi kona. Hon eitur Britta Hede Djurhuus. Vit lógu ein heilan mána við Baki og tað blivu til nógvar sjómansheimsvitjanir. Vit fingu eyga á hvønn annan og gjørdust góð. Hon vildi til Føroyar. Vit eiga ein son og eitt barnabarn, mín abbason.
-Tað hevði verið eitt grúðuligt skil, um vit ikki høvdu havt kirkjuna. Eg eri heilt bundin av henni, tað er ikki sunnudagur, at eg ikki eri í kirkju. Onkuntíð eri eg í kirkju, uttan at vera tænari, og tað er so deiliga avslappandi, sigur Jóan Karl Djurhuus.