Skriva út

Jóannis Petersen

Jóannis Petersen, klokkari.jpg
Jóannis Petersen
klokkari
Kaldbaks kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Julius Johannes Tummas Rasmus Godfred Petersen er kristna navnið hjá Jóannis. Hann er svínoyingur og hevur búð í Kaldbak alt sítt vaknsa lív. Hann er uppkallaður eftir fimm deyðum monnum, hvørs eygu vóru brostin, áðrenn hann fekk navn. Hann er føddur 4 november 1940.

-Julius doyði av sjúku og hinir fórust við bátinum við Havsbøll í 1937 í Svínoy. Teir skuldu setast upp í Kleivini og skuldu síðan ganga til húsar. Teir vóru komnir av samfelagsmøti og Pride setti teir av har, men báturin holvdist og allir fýr sjólótust.  Eg havi ongantíð hugsað um, at eg eri uppkallaður eftir fólki, sum eru farin av sjúku ella vanlukku. Tað kemur nokk ann upp á hvussu nógv man leggur í sovorið.

-Konuni møtti eg á ólavsøku, hon var úr Kaldbak. Eg fór til Havnar í 1960, tá var eg 20 ára gamal. Petur í Gong var nógv í Svínoy og hann hevði nógv byggiarbeiði í Havn og hann leitaði eftir fólki. Hann hevði brúk fyri einum múraralærlingi og eg fór í læru. Men eg komi ikki at arbeiða sum múrari, tí hendurnar toldu tað ikki. Eg arbeiddi í Havn til 1970 og síðan fór eg til skips við Pison. Eg var við í 10 ár fram til 1980 og tá var eg bara ein túr heima. Har vóru nógvir túrar vestur um hav á Flemmish Cap.

-Og hvussu gjørdist eg so klokkari. Vit fluttu til Kaldbaks beinanvegin, tá ið vit vóru gift. Fyrst inn til verforeldrini og seinni bygdu vit á trøðni hjá teimum. Verpápin, Svend Danielsen, var klokkari og eg avloysti hann. Síðan 1986 havi eg verið fast klokkari og eg havi eisini arbeitt í Kaldbak. Í 1989-90 var Petur Nolsøe í Íslandi og tá var eg einsamallur klokkari.

-Mær hevur dámt væl í Kaldbak, men mær hevði dámt enn betri í Svínoy. Húsini hjá okkum í Svínoy standa enn og eg rokni meg sum svínoying, sjálvt um eg havi búð minsta partin av lívinum har. Tey kalla meg eisini fyri Jóannis í Svínoy. Eg og konan, Jonna Paulina, fingu tvey børn, ein drong og eina gentu. Vit upplivdu ta stóru sorg at missa drongin seks ára gamlan av menigitis. Hann var uppkallaður eftir báðum abbunum og var nevndur Svend Emil. Dótturin Herborg hevur fingið trý børn. Tveir dreingir og eina gentu, so vit bæði fáa roynt okkum sum omma og abbi.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”