Skriva út

Jóannes Napoleon Dalsgaard

Jóannes N. Dalsgarð.jpg
Jóannes Napoleon Dalsgaard
deknur
Hvalvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard.

Jóannes N. Dalsgaard var deknur í Hvalvíkar kirkju í árunum 2004 - 2007. Hann kom inn í myndina, tí at Katrina Svartá og Tórhallur Olsen góvust sum deknar. Jóannes er føddur 31. januar 1970.

-Eg kann ikki siga, at eg eri uppvaksin við kirkjuligari bakgrund. Tá ið eg læs niðri kom eg nógv í Samuelsen kirkjuna, men tað var mest fyri tað sosiala. Eg var kirkjusangari í Samuelsenskirkjuni. Fyrst var Petur Andrew Petersen prestur og síðan kom Bergur Jacobsen.

-Mín leið til Hvalvíkar gekk gjøgnum konuna Ingibjørg, sum eru úr Streymnesi. Vit leigaðu fyrsti í Streymnesi og síðan bygdu við í Hvalvík, Við Kráir. Vit fluttu inn í 2002.

-Eg haldi, at eg bjóðaði meg fram sum dekn, tí eg tók tað sum eina avbjóðing. Ein deknur framførir nakað fyri fólki. Orsøkin til, at eg gavst sum deknur var, at eg helt sum heild, at lestrarbøkurnar vóru ov vánaligar. Onkur var góð, men meginparturin kundi ikki brúkast.

-Her er gott at vera í Hvalvík. Eg eri bygdarmaður, uppvaksin í Hoyvík, beint niðanfyri studentaskúlan og tá ið eg var barn, var Hoyvík ein bygd.

-Vit hava júst verið í Skotlandi í eitt ár øll familjan. Konan eitur Ingibjørg Egholm. Hon tók eina eftirútbúgving, eina master innan aling. Vit eru nú komin heim aftur og eg arbeiði í heilsumálaráðnum sum fulltrúi. Vit eiga trý børn. Elsta dótturin er fødd í 1998, sonurin í 2001 og yngsta dótturin í 2006. (Samrøðan er gjørd á sumri 2016).

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.