Jóan Magnus Joensen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Jón Magnus Joensen er royndur organistur og man vera ein av okkara organistum í føroysku kirkjunum, sum hevur drúgvast starvsaldur. Hann hevur verið yvir 40 ár í tænastuni og hevur spælt í fleiri kirkjum. Í løtuni spælir hann í Fríðrikskirkjuni og í Glyvra kirkju.
"Sum 14 ára gamal lærdi eg at spæla eftir nótum, og sum 16 ára gamal byrjaði eg at spæla urgu í Argja kirkju. Pápi mín, Henry Debes Joensen, spældi eisini her, og hevur hann verið ein fyrimynd fyri meg.”
Jón er argjamaður og spældi við Argja kirkju í mong ár, inntil hann byrjaði sum urguleikari í Vesturkirkjuni, har hann spældi í uml 20 ár. Hann hevur eisini spælt í Havnar kirkju og aðrastaðni.
Í 2011 tók Jón PO prógv sum urguleikari. Hetta er holl útbúgving innan orgulspæl. Útbúgvingin tók fýra ár, og alt gekk fyri seg eftir arbeiðstíð.
-Vit gingu í kirkju í Havnar kirkju, tá ið eg var smádrongur. Eg hevði ikki rættuliga hug at sita saman við foreldrunum, hevði nógv betri hug at sleppa upp á loftið, har Jóannes Nolsøe og aðrir urguleikarar royndu seg á urguni. Tað var hugvekjandi at síggja og hoyra teir spæla, sigur Jón Magnus Joensen.
-Møguleikarnir við eini urgu eru ótømandi. Eg má alla tíðina læra meg nýggj stykkir, fyri at halda meg sjálvan í gongd, og tað er altíð spennandi.
Jón er føddur 31. mars 1963.Hann er eitt skapandi menniskja og málar eisini. Hann hevur havt framsýningar, skrivað skaldsøgu og søgur til lesibøkur hjá børnum, og hann hevur eisini roynt seg sum fríyrkisjournalistur. Hann hevur givið tvær barnafløgur út við egnum sangum og løgum.
Jón Magnus Joensen er giftur við Annelisu sum er ættað úr Kolbeinargjógv. Tey eiga trý børn.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”