Jensina Simonsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Jensina Simonsen er organistur í Glyvra kirkju. Og hennara lív við hvítu og svørtu tangentarnar byrjaði tíðliga. Hon er fødd tann 13. november 1958. Og longu sum tíggju ára gomul gekk hon til undirvísing í orgulspæli og tað ger hon enn.
-Eg eri fødd og uppvaksin í Havn. Foreldur míni vóru úr Runavík og av Skála. Eg fór at læra at spæla orgul hjá Miu Waagstein, sum tíggju ára gomul og var hjá henni til eg var 14. Eg gekk í meinigheitshúsinum og spældi har til sunnudagsskúla og til møti. Eg fekk eisini góða venjing at spæla til felagssangin, spældi í kirkjuni fyrstu ferð, tá ið eg var 16 og avloysti í Havnar kirkju til eg var 21 ára gomul. Tá giftist eg og flutti inn í Eysturoynna at búgva.
-Síðan Mia Waagstein slepti mær, havi eg verið á skeiðum hjá ymiskum, tað hevur verið dag og vikuskeið og sum 18 ára gomul fór eg á Børkop, har nógv orgul var á skránni. Orgulspæl var ein partur av mínum lívi, mín frítíðarinteressa og mítt hálva lív og tað er tað framvegis, sigur Jensina Simonsen.
-Eg avloysti í Havnar kirkju og í Vesturkirkjuni til eg flutti í Eysturoynna. Tá var Jákup Kass prestur á Nesi. Tað var hann, sum fekk meg inn í kirkjuna her. Eg byrjaði sum avloysari í Glyvrakirkju í 1980, tá var Chr. Hammer organistur. Í 1993, tá ið Christian Hammer doyði, gjørdist eg fastur organistur.
-Eg eri uppvaksin við kirkju og møti og tó haldi eg ikki, at trúgv arvast. Bæði foreldur míni vóru andaliga virkin. Trúgvin er persónlig og eg bað um eitt orð. Orðið, sum kom fram fyri meg var: “Meistarin er her og rópar á teg.” Tað er mítt orð í dag.
-Eg havi ikki livað verðsliga lívið og kundi ikki hugsað mær lívið øðrvisi enn tað er í dag, eg kenni meg signaðan.
-Eg gangi framvegis til orgulundirvising. Nú taki eg preliminær organistprógv. Hetta er ein trý ára útbúgving, sum gevur atgongd til musikkkonservatoriið. Eg havi havt nógvar góðar løtur saman við orgulinum, sum undirbyggir sálmasangin. Áðrenn eg spæli, biði eg eina stilla bøn. Hon ljóðar soleiðis: “Harri, signa mínar hendur og føtur at spæla tær til prís og æru, so at sálmasangurin kann vera lyftur upp ímóti hæddini, tær til æru og menniskjum til frelsu og gleði-
-Vit eru signaði við fimm børnum, fýra døtrum og einum soni. Vit eru signaði, sigur hon.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”