Jens Mortan Mortensen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Jens Mortan, sóknarprestur í Leirum í Hvalba byrjaði sína starvsleið í kirkjuni sum organistur. Og áðrenn hann fór á orgulskúla var hann sjálvlærdur og væl stuðlaður av systrini Sólbjørg og beiggjanum Gudmund Mortensen, sum er organistur í Havnar kirkju. Jens Mortan er føddur 5. august 1955.
-Eg var so mikið inni í orgulspælinum at eg gekk bara eitt ár í skúla áðrenn eg fekk orgulprógvið ella Premiliner Organisteksamen, sum tað verður kallað. Eg søkti starv sum urguleikari í Danmark og fekk heiltíðarstarv í Skærvinge og Lille Lyngby við Arritsø á Norðursælandi. Her var eg í tíggju ár og mær dámdi stak væl. Tað var passaligt við tveimum kirkjum, umframt at eg eisini var kórleiðari fyri einum gentukóri. Kórið var ein avbjóðing og eg haldi, at tað gekk væl.
-Eg var eisini organistur í føroysku gudstænastuna í Samuelsenskirkjuni í eitt ár, hetta var í 1995-1996. Hetta var stuttligt, fyri meg var tað nakað heilt serligt aftur at spæla til føroyskar sálmar.
-Vit hava eisini roynt okkum í Grønlandi, kona mín Nita Næs fekk lærarastarv í Grønlandi og eg fór við. Fyrst vóru vit í Manitsoq ella Sukurtoppurin. Har var eg leiðari fyri einum kóri sum kallaðist Innuusuit nipaad í merkir tað nýggja kórið. Síðan fóru vit norður eftir og vóru eitt ár í Umanak í eini lítlari bygd har. Tað var eitt heilt serligt upplivilsi. Vit lærdu at virða grønlendska mentan fyri tað hon er og eg royndi meg enntá sum “storfanger”. Meðan vit vóru í Grønlandi ringdi Petur Martin Rasmussen, sum tá var prestur á Tvøroyri. Teimum tørvaði ein organist. Eg ivaðist, eg hevði ikki spælt so nógv í Grønlandi og var ikki í venjing. Kanksa Nita ávirkaði avgerðina, tí stutt eftir settu vit okkum niður í Nesi í Hvalba í barnaheiminum hjá verfaðir.
-Eg spældi í Tvøroyrar kirkju og í Øravík, hetta var ikki fulltíðarstarv, men vit komu undan, tí Nita var vikarur eisini. Seinni fekk eg starv sum organistur í Hvalbiar kirkju samstundis um eg fór at undirvísa í kvøldskúlanum á musikkskúlanum og eisini á miðnámsskúlanum.
-Eg var organistur í Suðuroy frá 1998 og fram til 2012, tá eg tók við sum prestur í Hvalba og tað havi eg verið síðan.
-Eg og Nita eiga trý børn og eg eigi tvær døtur frá fyrru giftu. Tónleikurin livir víðari, elsta dótturin lesur tónleik niðri.