Skriva út

Jangrim Poulsen

Selatrað - Jangrim Poulsen, organistur
Jangrim Poulsen
organistur
Selatraðar kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Norðuri á Seyðakletti, norðast á Selatrað býr Jangrim Poulsen. Hann hevur trúliga trátt lívsleiðina síðan 12 januar í 1937 og er komin inn í seinasta fjórðingin av lívinum, um ikki okkurt heilt óvanligt hendur og hann verður hangandi longur enn tey flestu. Seyðaklettur hevur fingið navnið av, at her savnast nógvur seyður, tá ið hann kemur høgur við kavaroki. Jangrim er ein blídligur maður og hevur verið trúgvur við urguna í kirkjuni nú í eitt mannaminni og hann hevur hug at halda fram. 

    -Pápi mín kallaðist Jógvan Poulsen og hann var góður við kirkjuna. Hann plagdi at vekja meg sunnumorgnar og segði frá, at nú fóru vit í kirkju. Tað var slett ikki so stutt at ganga hjá einum smádrongi. Eitt korter hvønn vegin og fetini eru fleiri hjá børnum enn vaksnum. Sum smádrongur var eg við vaksnum og síðan eg fylti tíggju, havi eg verið so at siga hvønn sunnudag í kirkju, sigur hann. 

    -Eg veit ikki heilt, hvussu eg kom fram at orglinum í kirkjuni. Men tað byrjaði við at systur Klæmint Petersen, dynamittbóndan, hon kallaðist Kristianna Petersen, doyði. Tá fór Maria Andreassen og síðan eg at spæla. 

    -Mær dámar at spæla og serliga jólasangir. Magnus Nielsen, sum var lærari og deknur í kirkjuni, sang fyri, tá ið vit ongan organist høvdu. Og tað var hann, sum bað meg, tí hann orkaði ikki bæði at lesa og syngja fyri. 

    -Eg var nýggjur tá og royndi sum frægast. Til ber at siga, at eg eri sjálvlærdur. Mín undirvísing stavar fyrst frá einum guitarkursus, sum Niels, beiggi mín, sum býr í Norra keypti. Har lærdi eg teir fyrstu nótarnar og eitt sindur av teori um tónleik. Síðan kom Oluf Ring upp í leikin og eg fór at spæla eftir kursusinum hjá honum. Tað var skjótt at allar fýra stemmurnar vóru við. Orgulspæl hongur ikki saman fyri meg, um ikki allar stemmurnar eru við. Eg var seinast i triatiárunum, tá eg byrjaði at spæla orgul og tað var dekan og seint, sigur Jangrim Poulsen. 

    -Orglið í kirkjuni frá Verland er eitt gott orgul og tað verður eisini stemmað av og á. Eg fekk tað gamla orglið í kirkjuni. Men tað var so falskt, at tað ikki rættuliga kundi brúkast, serliga teir lægru tónarnir.

Jangrím hevur verið til sjós nøkur ár sum ungur. Hann var eisini eitt skifti á Skála Skipasmiðju, fyrst sum sveisari og síðan sum maskinsmiður. 

    -Tað var eitt kalt arbeiði at vera sveisari, betri var í smiðjuni og hetta var ein stutt og góð tíð fyri meg. Eg arbeiddi nógv saman við Aleksandur á Trøðni. 

    -Eg bíðaði for leingi, so tað bleiv onki við konufólki. 

    -Mær hevur dámt væl tænastuna í kirkjuni, fyri meg er nakað andaligt yvir henni. Og nú er vorðið lættari og minni bundisligt, tí nú kann eg skifta og Durita Djurhuus kann seta seg við orglið, tað er munur á, sigur hann.