Jan Poulsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Jan Poulsen er hvalbingur, so tað syngur eftir í. Hann leggur áherðslu á, at hann ongantíð hevur verið í nakrari aðrari kommunu. Hann er klokkari og hann hevur smiðað eina rúgvu av húsum. Jan er føddur 15. november 1961.
-Eg havi verið klokkari eina tíð og eg eri klokkari triðja hvønn mána og eg traðki eisini til, tá onnur geva avboð. Tað er ikki so galið at vera klokkari. Eg havi altíð gingið í kirkju, frá barnsbeini av. Hetta at vera kirkjutænari er ikki nakað stórt lop fyri meg. At eg kann gera mun, tað er tað sum telur mest fyri meg, sigur Jan Poulsen.
-Eg eri úr býlinginum Garðsenni, har var gott at vaksa upp. Eg lærdi til bygningssnikkara og havi arbeitt fyri meg sjálvan síðan 1986. Tað hevur gingið væl, eg havi smíðað hús kring alt landið, tó mest í Suðuroy.
-Eg eigi trý børn og ein fosturson og eg kenni meg ríkan. Og eg kenni meg upp aftur ríkari, tá eg hugsi, at eg eigi trý barnabørn og tað fjórða er á veg. Lívið er deiligt, viðhvørt stendur í botni og so er viðgongd aftur. Tað er stórt at bliva pápi og tað er fantastiska stuttligt at gerast abbi. Hetta er ein spennandi tíð eg livi í, sigur Jan Poulsen.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.