Jákup Tróndheim
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Jakku hevur góðar hendur og hann setur stórar eletriskar skipanin upp í gerandisdegnum sum eletrikari og installatørur og fjórða hvønn sunnudag hevur hann hondina um kúlvin í klokkuni í Lerivíkar kirkju og sendir biðisløgini út um bygdina niðan í Knúk og Ritufjall og heilt yvir á útdeyða Blankaskála á norðaru síðu á Leirvíksfirði, kalsoyarmegin. Hetta hevur hann gjørt síðan 1994 og tað eru yvir 20 ár síðan hann fyrsti ferð royndi seg í torninum.
-Tað eru millum 250-280 sløg við klokkuni hvønn sunnudag, so tað eru nøkur tilsaman seinastu 20 árini frá míni hond, sigur Jakku smílandi.
-Teir manglaðu ein klokkara. Torfinn Hansen ringdi til mín og spurdi. Óli bóndi var eldri og orkaði ikki rættuliga longur og Óla Jákup fór til skips. Eg gjørdi mær ongar tankar, eg varð spurdur og segði ja. Eg kendi tað sum, at eg var í taksemisskuld til kirkjuna, har eg hevði fingið míni andaligu føði og tí var tað heilt natúrligt at taka hesa uppgávuna á meg. Vit eru fýra klokkara og tað gongst væl at skiftast. Eg havi verið í tænastuni á 21 ári og havi ongar ætlanir um at gevast Klokkarastarvið hevur ikki gingið aftur í okkara familju. Vit hava tó havt við kirkjuna at gera. Langabbi mín Jógvan Vitalis Samuelsen var deknur og omma mín sat í kirkjuráðnum, sigur hann.
Sum ungur var Jakku skóti, skótarnir vóru virknir í Leirvík og nógvir skótar eru í leiðandi størvum í dag. Jakku kann viðmæla øllum skótabeiði, sum gevur góðan felagsskap. Og í tí dagliga leiðir Jakku eisini arbeiði. Hann hevur fyritøkuna EL-TEKNIK sum arbeiðir kring alt landið.
Jakku er giftu við Fridu Tróndheim, fødd Justinussen, tey eiga trý børn, Tummas, Oddvá og Helena Maria og tey eru øll vaksin.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”