Jákup Jacobsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Enn verður hildin deknagudstænasta í skúlanum í Haraldsundi og tað hevur tað verið hildið síðan 1930, tá ið skúlin var bygdur. Og undan tí, hevur lestur verið hildin í húsum í Haraldsundi, meðan altargongdin vanliga var í kirkjuni í Kunoy. Jákup Jacobsen var deknur í skúlanum í árunum 2002-2006 og hann er føddur 7 august í 1960.
-Eg haldi, at eg eri tann seinasti, sum eri føddur í Haraldssundi. Nú verða børnini fødd á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tá íð eg var barn og ungur, komu nógv fólk til lestur í skúlanum. Nú eru tað færri. Eg spældi eisini orgul og tað liggur í familjuni. Abbabeiggi mín Símin Joensen, ella Símin har Suðuri spældi orgul í skúlanum. Her vóru eisini barnamøtir og tá spældi eg eisini orgul, sigur Jákup Jacobsen.
-Vit vóru trý, sum skiftust at vera deknar, tá íð eg var í tænastu. Eg sjálvur, Hanna Klettskarð og Anna Hvannastein. Tað gjørdi, at tænastan ikki var so bundislig.
Jákup er rørsmiður og maskinmeistari.
-Eg lærdi til rørsmið hjá Niels Juel Arge í Klaksvík og fór beint á skúla, eftir at eg hevði tikið sveinaprógv. Eg gjørdist maskinist í 1981 og maskinmeistari í 1983 og tá var eg einans 22 ára gamal. Og sum maskinmeistari havi eg siglt, millum annað 25 ár við vaktarskipinum Tjaldrinum, sum eg eri enn við, sigur hann.
-Eg havi havt stóran áhuga fyri seyðabrúki, men nú eigi eg ongan seyð. Áhugin fyri seyði hevur altíð verið har.
Jákup er giftur við Ebbu Jacobsen og tey eiga, tríggjar synir og eina dóttir og fimm barnabørn.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”