Jákup Andrias Vang
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Tað er nakað heitt og vinarligt yvir gamla bóndanum Frammi í Stovu í Kaldbak, og hann eitur Jákup Andrias Vang. Hann situr í samanløgda køkinum og stovuni og hyggur úr gjøgnum vindeygað. Uttanfyri í einum træi eta fuglarnir av kúlum við fræi og feitti, sum Jákup Andrias hevur hongt upp og hann eygleiðir teir. Jákup Andrias er føddur 28 juni 1943.
Jákup Andrias situr Frammi í Stovu. Hetta skuldi verið eini gomul bóndahús, men her er alt nýtt og tað eru húsfólkini ikki so fegin um. Í 1981 kom eldur í gomlu húsini, sum brendu í grund, tey vóru fleiri hundrað ára gomul. Har fór alt. Nýggju húsini eru bygd á grundina, men eru flutt nakrar metur longur niðan frá vegnum.
-Eldsorsøkin er helst, at eg hevði brúkt blásilampu í kjallaranum. Vatnið var fryst í rørinum og eg royndi at hita rørið. Har hevur helst fest í onkunstaðni. Og tað var so kalt, vit fingu ov litið vatn til sløkkingina.
-Enn hoyri eg kirkjuklokkuna fyri mær frá kongadeyðanum í 1972, tá ið Fríðrikur kongur lá undir børu. Tá varð nógv ringt í Kaldbak. Eg var klokkari eitt skifti kring túsundáraskiftið. Eg varð biðin í mangul av betri og tí teir vildu hava fleiri klokkarar at velja ímillum, sigur hann
-Eg havi verið bóndi, sjómaður, goymslumaður og arbeitt veg. Eg koyrdi dumpara, tá ið vegurin varð gjørdur til Kaldbak. Eg var messudrongur við Beini á línuveiðu og eg var fleiri ár á sild við Kyrjasteini. Eg havi altíð verið til skips av og á, sigur hann.
-Konuni, Elin, møtti eg her í Kaldbak. Hon var arbeiðsgenta á Krossgøtu og er úr Hvannasundi. Eg gjørdi stóran innsats fyri at fáa Elin og var raskur at vitja hana. Eg plagdi at koyra í hestavogni og at enda blivur túrarnir so nógvir, at hesturin steðgaði sjálvur uttanfyri hjá Elini. Vit hava fingið trý børn, tvær gentur og ein drong.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”