Skriva út

Ívar Iversen

Kvívík - Ívar Iversen, organistur
Ívar Iversen
organistur
Kvívíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
 
Ívar Iversen er ein kend rødd og ein kendur maður í Føroyum. Í mong harrans ár læs hann upp í útvarpinum og var ein av pionerunum í útvarpinum. Hann er føddur 14 desember í 1930 og er framvegis virkin urguleikari, og hetta starv hevur hann havt í samfull 60 ár. Og hann er organistur víða um. Hann situr av og á við urguna í heimbygdini Kvívík og hann er ofta at síggja á ellisheimum á Hvíldarheiminum og runt kring á stovnum í Havnini.
 
-Tað er soleiðis vorðið, at eg siti við urguna hvønn einasta sunnudag, eisini hóast at árini eru vorðin mong. Tað er bara, tá ið summarferian er, at eg haldi frí, sigur Ívar Iversen.
 
-Tað var pápi, sum leiddi meg at urguni. Pápi hevði verið organistur í Kvívík síðan orglið kom í kirkjuna. Pápasystur mín Agnes tænti í Vestmanna og har hevði hon lært at spæla og hon lærdi pápa. Vit høvdu eitt harmonium heima, Ringkøbing stóð á tí og har lærdi eg meg. Pápi var musikalskur og hann legði mær lag á.
 
-Tá ið eg var fimm ára gamal fekk kirkjan eitt nýtt orgul, eitt trýræddað pípúorgul og gamla orgliið fór í Tjørnuvíkar kirkju.
 
-Eg var 14-15 ára gamal, tá ið eg fyrstu ferð avloysti pápa við urguna. J. Símun Hansen var lærari her eftir kríggið frá 1945-1952, hann spældi í kirkjuni. Hann hevði framman undan verið lærari í Fugloy í Hattarvík og á Kirkju. Í 1959 var eg eitt eitt skifti í Bergen og lærdi at spæla urgu, og síðan í Danmark, har eg fekk undirvísing í Frelsunnarkirkjuni í Keypmannahavn. Framman undan hevði eg roynt meg á sjónum. Eg var eitt hálvt ár úti upp á langfart og heimaftur komin sóknaðist Hans Pauli Johannesen, skipari á Fiskanes eftir einum fjarritara til stóra trolaran . Eg var við hesum trolaranum frá 1955-1958. Hetta var ein rík tíð og nógvur fiskur. Eina árið fingu við 3000 tons í saltfiski.
 
-Ein sannur urguleikari, sum nevndist Finn Viderø kom til Føroyar og hann lærdi meg at spæla pedal. Hann dugdi so sera væl at læra av sær. Støðan við urguspæli og urgum er góð í dag. Tað er ótrúligt organistarnir eru dugnaligir.
 
-Nú gongur tað meira seint hjá mær. Heilin og fingrarnir samskifta ikki heilt, sum teir skulu. Mong eru ellisvomm, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”