Høgni Joensen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Seinastu árini hevur Høgni Joensen verið deknur í Dómkirkjuni. Hann tók við starvinum í oktober 2014. Høgni er føddur 17 februar 1954.
-Tað var Ása Justinussen, sum var kirkjuráðsformaður, sum spurdi meg. Eg avloysti Jóhan Simonsen. Eg segði ikki ja beinanvegin. Mátti umhugsa meg nakrar dagar. Men eg fann einki, sum talaði ímóti og játtaði og tað havi eg ikki angrað. Eg eri deknur fjórðu hvørja viku. Eg avloysti Jóhan Simonsen.
-Eg eri ættaður úr Havn og fór á Læraraskúlan í 1981. Í dag eri eg skúlastjóri í skúlanum á Løgmannabreyt, sigur Høgni Joensen.
-Mær dámar væl at vera úti, gangi nógv í náttúruni og tað er balsam fyri sálina. Eisini eigi eg bát og eri ofta í fjørðinum, nakað, sum mær dámar stak væl, sigur hann.
Høgni er familjumenniskja, er giftur við Ingum og tey eiga tvær døtur. Tey hava fingið fimm barnabørn.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.