Hjartvar Bødvarsson
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Hjartvar Bødvarsson er ein av okkara heilt ungu klokkarum. Hann er føddur 10. juni 2001 og er í skrivandi løtu 16 ára gamal. Og hann er tiltøkuklokkari í Dals kirkju.
-Eg havi ofta verið klokkari saman við øðrum í Dals kirkju. Tað er fínt at ringja og ikki ringt at finna útav, sigur Hjartvar Bødvarsson.
-Eg búgvi í Dali og her er gott at vera. Men eg eri einasti drongur á mínum aldri og tað er eitt sindur keðiligt. Eg gangi á Meginskúlanum á Sandi og onkuntíð fari eg heim at vitja mínar vinmenn í øðrum bygdum í Sandoynni ella koma teir at vitja meg. Eg fari í skúla við bussinum og skal eg av bygdini aðrar tíðir koyra foreldrini meg ella systrarnar.
-Eg droymi um at gerast eletrikari. Men fyrst skal eg í Nám X og tí verið eg noyddur at fara til Havnar. Her er einki Nám X í Sandoynni.
-Vit eru onkuntíð í Havn, eg og vinirnir. Men vit trívast eisini væl heima. Eg spæli ofta á telduni ella playstation saman við øðrum á netinum. Eg hevði nokk kett meg nógv, um ongin telda var, men hinvegin, so hevði eg nokk verið meira úti.
Um Hjartvar fer at búgva í Dali, tá ið hann verður vaksin veit hann ikki. Tað velst um hvørjir arbeiðsmøguleikar eru.
(Samrøðan var gjørd í januar 2017).
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.