Heri Eysturlíð
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Heri Eysturlíð hevur spælt í fleiri kirkjum í Føroyum, síðan hann byrjaði sum hálvvaksin í Argja kirkju fyri mongum árum síðani. Hann hevur verið organistur í Dómkirkjuni, Vesturkirkjuni og eisini onkuntíð í Fuglafjarðar kirkju. Heri er føddur sjálvan tjóðardagin hjá stórveldinum USA 4 juli í 1964 og hevur seinastu mongu árini búð í Svøríki, har hann arbeiðir sum organistur í svenskum kirkjum og hugnar sær við harmonikuni og onkuntíð á Hammond orgul í frítíðini.
Vegurin fram at tónleikinum hjá Hera byrjaði tíðliga. Sum 10 ára gamal byrjaði hann at læra at spæla klaver hjá grannanum Paula í Sandagerði. Tá íð Pauli flutti av landinum, kom hann undir veingirnar hjá Thurid Waagstein, hon var dóttir gamla Waagstein, og hon presenteraði Hera fyri nógvum av tónleikinum hjá Waagstein.
-Hetta var í tíðini áðrenn fartelefonin og tað stuttligasta man kundi gera, var at vera í kirkju. Jóannes Nolsøe hugtók meg við stórbærum orgultónleiki. Tað var stuttligt at sita uppi á sangaraloftinum í Havnar kirkju og síggja Jóannes Nolsøe breiða seg út á orgulinum. Hetta var áðrenn 1974.
-Jóannes Nolsøe vildi hava meg at spæla orgul og eg vildi eisini. Áðrenn hetta hevði eg spælt eitt sindur í Argja kirkju. Leirvíkingurin Heri Tróndheim vildi hava meg at avloysa seg í Argja kirkju og Henry Debes Joensen eggjaði mær, tað eri eg takksamur fyri í dag. Eg gekk til undirvísing hjá Jóannes Nolsøe, hann bað meg um at avloysa seg í Havnar kirkju, tað tók eg sum ein heiður og tað var sanniliga eisini ein stór avbjóðing.
-Eg var eitt ár vikarur í skúlanum í Fuglafirði, tá ferðaðist eg til Havnar at spæla í vikuskiftunum. Eg haldi ikki, at tað av so vatntætt skott millum tað verðsliga og tað andaliga. Um eg so spældi til dans, hevði neyvan nakar í kirkjuni tikið sær tykni av tí.
Heri fór til Svøríkis at lesa tónleik og kom inn á musikkkonservatoriið í Stokholm. Her tók hann eisini útbúgving um kórleiðari og arbeiðir við hesum í dag eisini.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”