Henry Andreassen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Henry Andreassen í Vík ringdi fyri fyrstu ferð í 1959. Hann var tá 13 ára gamal. Tað var slett ikki so lætt og hendan dagin ringdi hann fyri líki og síðan tá eigur hann nógvar løtur sum klokkari í Halldórsvík. Henry er føddur 26. juli í 1946.
-Tað eru nógv fólk farin her seinastu tíggju árini og slett ikki bara gomul, ung heilt niður í 20 ár, sigur Henry fyri seg sjálvan og jarðarferðir er ein týðandi partur hjá einum klokkara, sigur Henry, mest sum fyri seg sjálvan.
-Pápi mín, Edvard Andreassen var klokkari og síðan hava vit báðir brøðurnir Hendrik og eg tikið við. Tá íð pápin er kirkjutænari, so haldi eg, at man kennir seg tættari at kirkjuni, sigur hann.
-Víkafólk eru ikki røsk at ganga í kirkju. Ítrótturin gongur út yvir kirkjugongdina. Men fólk eru klár at hjálpa, eru klár, um tað er nakað. Fólkið verjir kirkjuna, sigur hann.
-Gamla klokkan í kirkjuni stavar frá kongaliga einahandlinum, tað var ringt við henni fram til 1970. Hvussu hon er endað í einahaldlinum veit eg ikki, men tað er í hvussu er søgan. Á henni stendur Shinon 1814 Hull.
-Konan hjá mær er ættað úr Øravík, hon eitur Jórun Poulsen. Vit eiga tríggjar gentir og seks barnabørn.
-Vit møttust í Havn, eg sigldi og hon arbeiddi hjá Álvur av Kák, kommunulækna. Vit møttust tilvildarliga uttanfyri kommunuskúlan. Hon fylgdist við eini svigarinnu hjá mær.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.