Skriva út
Henrikka Jacobsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Henrikka er fødd í Klaksvík 8 september 1944. Foreldur hennara eru bæði úr Vági, og hon var 20 ár, tá ið hon flutti úr Klaksvík.
-Pápi fekk starv á posthúsinum í Klaksvík og varð vanliga nevndur Niels Jacob á posthúsinum. Tey búðu í Klaksvík til hann varð pensioneraður. Eg var barn í Klaksvík undir læknastríðnum.
Sum 20 ára gomul fór eg niður á læraraskúla, sigur Henrikka Jacobsen.
-Eg kom heim aftur í praktikk í Vágs skúla, meðan eg gekk á læraraskúla og har møtti eg manni mínum Páll Jacobsen á Nesi í Vági. Hann var lærari. Vit fingu tvey børn og sonurin eigur trý børn, vit eru sloppin at vera omma og abbi, sigur hon.
-Eg var eitt ár lærari á Tvøroyri og síðan havi eg verið við Vágs skúla. Nú eri eg pensionerað. Eg fór frá í 2011 og búgvi á Nesi.
-Tað er undarligt at vera lærari. Eg síggi í dag, at tey fyrstu børnini, eg hevði, tey fyrstu børnini eg undirvísti, tað eru tey eg minnist best.
-Eg gjørdist deknur, tí maður mín var deknur, eg avloysti hann onkuntíð. Eg vildi ikki vera fast deknur, tí eg vildi hava frí, tá ið hann hevði frí. Eg valdi eisini sálmar í nógv ár og var virkin í kórinum.
-Tíðin gongur skjótt, eg bindi rættuliga nógv. Eg havi eisini gingið á kvøldskúla til binding og veving, tað er eitt hugnaligt frítíðarítriv.