Skriva út

Henrik Weihe Joensen

Hoyvíkar kirkja - Henrik Weihe Joensen, klokkari
Henrik Weihe Joensen
klokkari
Hoyvíkar kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Henrik býr í Hoyvík og er uppvaksin við Skálafjørðin. Pápi hansara Arne Weihe Joensen var úr Porkeri og hann arbeiddi sum løgreglumaður við støð í Saltangará. Mamman, Anna Nolsøe Joensen er úr Vági. Og fara vit longur aftur, so koma genini norðan úr Gjógv og enn longur aftur úr Kinn í Oyndarfirði. 

    -At vera kirkjutænari er ikki ókent í míni familju í móðurætt. Omma mín Ellen var organistur í Vágs kirkju í 50 ár. Sjálvur havi eg verið klokkari í hálvt annað ár í Hoyvíkar kirkju og hetta dámar mær væl. Hetta er gagnligt í lokalsamfelagnum og mann kann tað sama hjálpa til eftir førimuni. Júst hetta at hjálpa til liggur frammarlaga í míni tilvitsku og hevur eisini nakað við mítt dagliga arbeiði at gera. 

    -Kirkjan er ikki fremmand fyri meg. Eg eri vanur við kirkju og sunnudagsskúla. Mær dámar væl, at gáttin er lág inn í kirkjuna, at kirkjan er fyri øll. Hon skal ikki broytast frá degi til dags, men hon broytist. Tað er rúmligt í kirkjuni, sigur Henrik Weihe Joensen.

Henrik er útbúgvin løgreglumaður og arbeiddi sum ungur sum politistur og hevur eisini verið fangavørður. Hann er væl útbúgvin, hevur arbeitt sum tyrluskipari og í frítíðini hevur hann eisini lokið løgfrøðiliga útbúgving, er kandidatur. 

    -Nú arbeiði eg sum sjálvstøðugur innan tilbúgving. Hetta arbeiði snýr seg mest um leiðslu og organisatión. Eg havi altíð verið hugtikin av øllum tí sjálvbodna arbeiðinum sum liggur í bjargingarfeløgunum, eg haldi at hetta er ógvuliga flott arbeiði og er motiverandi fyri meg.
Henrik er giftur við Janu Ólavsdóttir og tey eiga trý børn, Ólavur er 17 ára gamal og tvíburðarnir Bergtóra og Emil eru 12 ára gomul.