Skriva út

Henningur Tausen

Hov - Henningur Tausen, klokkari
Henningur Tausen
klokkari
Hovs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Henningur hoyrir til klokkaradynastiið í Hovi, har sama familja hevur staðið fyri ringing seinasta mansaldurin. Henningur hevur í mong ár verið lærari í Havn og er kanska enn betri kendur í Havn, enn hann er í heimbygdini Hovi. Hann er føddur 14. oktober 1954 og prátið okkara millum var í 2018.

-Vit eru flutt aftur til Hovs og eg eri aftur ein partur av klokkarunum. Elsti beiggi mín Delmar avloysti sum blaðungur ein gamlan klokkara her í bygdini. Hann kallaðist Petur í Garði. Og tá ið Petur í Garði ikki orkaði meira, gjørdist Delmar deknur og síðan hava vit í familjuni ringt, tá tað hevur borist onkrum frá, sigur Henningur Tausen.

-Eg havi verið 38 ár lærari í Hoyvík og eg havi øll árini droymt um at koma aftur til Hovs. Nú hava vit keypt eini hús her og eg starvist sum einalærari í Famjin. Næst ár havi eg 40 ára starvsdag og tá skal eg pensionerast.

-Og tað er eitt sindur øðrvísi at flyta suðuraftur. Fólkatalið minkar og nógv tóm hús eru. Mær dámar væl at fáast við seyð og eg rokni við, at tað verður gott slakt í ár. Saman um tikið kann eg siga, at mær hevur dámt væl at koma aftur á gamlar gøtur, sigur hann.

-Vit eiga tvey børn, eina gentu, sum lesur til pedagog niðri í Aalborg og sonurin býr í Hovi, hann arbeiðir á miðnámsskúlanum í bygdini. Vit eiga tvey barnabørn, tvíburðar, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.