Skriva út
Helgi Abrahamsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Helgi Abrahamsen er fuglfirðingur og hevur seinastu mongu árini búð á Strondum, har hann er giftur við Oddbjørg, hvørs gentunavn er Frederiksberg . Og hann hevur leiklutin sum organistur í Sjóvar Kirkju saman við øðrum. Helgi er føddur 24. november1966 og er uppvaksin í Fuglafirði, har foreldrini búgva enn.
-Kirkjan hevði stórt pláss í mínum uppvøkstri. Eg var í kirkju saman við foreldrunum og síðan var sunnudagsskúli seinnapart í missiónshúsinum. Í dag eri eg virkin í kirkjuni á Strondum og í samkomuni Kelduni í Skálafirði. Mítt tilknýti til Kelduna stavar heilt aftur til ungdómsárini. Foreldur míni vóru virkin í Tjaldmissiónini, sum um summarið helt til á Gøtueiði og Keldan er partvíst ein avleggjari av tjaldmissiónini. Eg ferðist millum samkomu og kirkju. Eg skal ikki vera samdur við øllum, eg havi mína trúgv og hana deili eg við onnur, sigur Helgi Abrahamsen.
-Mamma lærdi meg at spæla á pumpuorgul. Eg spældi eftir gehør. Eg dugi væl at hoyra tónar. Seinni lærdi eg at spæla klaver. Hetta var hjá Uttu á Lakjuni og her lærdi eg at spæla eftir nótum, hjá henni lærdi eg teoriina.
-At spæla eftir gehør er gott til felagssang, tá spælir tú eftir tí fólk syngja og nótablaðið avgerð ikki hvussu høgt ella lágt tú spælir. Eg eri ikki ein leikari, sum kann halda eina konsert. Eg eri til felagssang, tað havi eg gjørt alt mítt lív og tað dámar mær, sigur Helgi Abrahamsen.
-Munur er á at spæla til eitt møti og at spæla í kirkju. Tað er hátíðarligari í kirkjuni. Tað eru nøkur ár síðan, eg varð biðin um at spæla í kirkjuni. Eg var skeptiskur, um eg maktaði uppgávuna. Nú eri eg glaður fyri, at eg segði ja, sigur Helgi Abrahamsen.
-Gamal siður er, at fólk hava føst pláss í kirkjuni og hetta er ikki ein fyrimunur fyri sangin. Fólkini sita ofta langt frá hvørjum øðrum. Fyri sangin hevði tað verið betri, um kirkjan varð fylt framman ífrá.
-Vit eiga nógvar góðar sálmar og vit hava eisini nógvar góðar týddar sálmar. Og millum teir allarbestu er “Nú hvítna tindar fjøllum á.” Her hava vit eitt dømi um ein perudanskan sálm, sum allur sum hann er verður fluttur í føroyskt umhvørvi, á ein sera vakran hátt, sigur Helgi Abrahamsen.