Helga Magnussen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Helga er fødd og uppvaksin í Tjørnuvík og hevur altíð búð í bygdini. Hon sigur, at í Tjørnuvík er gott at búgva, bæði sum barn, vaksin og gomul. Hon er gift Magnussen og gentunavnið var Heinesen. Hon er fødd 27. mai í 1932. Og so hevur hon eisini verið deknur í bygdini.
-Maðurin doyði fyri nøkrum árum síðan. Vit fingu fimm børn, fýra eru á lívi í dag. Eitt doyði trý ára gamalt av sjúku. Tvey av børnunum hava sett seg niður í Tjørnuvík, sonur og dóttir. Ein sonur býr í Havn og ein dóttir í Danmark. Og eg eri ríkað við fimm barnabørnum og seks langbarnabørnum.
-Vit bygdu í 1967, tá var vegurin komin. Eg hevði áðrenn verið í nógv ár og tænt í Vestmanna, Skopun og aðrastaðni. Eg longdist heim alla tíðina, tá ið eg var burtur. Eg var eisini á flakavirki og arbeiddi í 19 ár sum heimahjálp. Her var nógv at gera og eg tjenti væl, sigur Helga Magnussen.
-Maðurin var sjómaður til hann eldist og legist uppi.
-Eg vakni tíðliga og tá verða stokkarnir tiknir fram, ella siti eg og gløði í sjónvarpið. Annars finni eg góðan frið í bindingini. Eg fylgi við, hvussu nógv umfør eru eftir.
-Vit vóru átta systkin. Tríggjar systrar eru deyðar og ein beiggi stríðist, hann hevur eitt
ringt lív.
-Um man telur eftir, so vinna tær góðu løturnar, hóast tær tungu løturnar kunnu vera beiskar. Tann trý ára gamli sonurin, sum ongantíð gjørdist meira enn trý, fær sárið at støkka upp aftur enn. Hann doyði av lungjabetendisli. Hann var so skroypiligur. Eisini er tað stór sorg at missa eldru systrarnar.
-Eg var avloysari sum deknur og dámdi væl at lesa, men sum forsangari dugi eg ikki, sigur Helga.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.