Helga Hilmarsdóttir
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Helga Hilmarsdóttir hevur fleiri leiklutir í Dals kirkju. Hon hevur onkuntíð verið klokkari, hon hevur verið deknur og hon er eisini organistur. Og kirkjan hevur stóran týdning fyri hana. Mamman hevur verið organistur, so langt aftur hon kann minnast. Kirkjan varð bara 10 ár, tá ið Helga var fødd og hon er fødd tann 31. januar 1967.
-Orgulspælið gerst meira og meira og eg gangi til klaverundirvísing hjá Claire á Skarvanesi, fyri at læra meg betur at spæla orgul. Mamma er organistur og eg byrjaði at læra at spæla hjá henni. Eg havi altíð verið glað fyri tónleikin og eg gangi eisini til undirvísing í harmoniku. Tað er heppið, at eg havi møguleikan at fara til Skarvanesar at fáa undirvísing. Tað er so høgligt, sigur Helga Hilmarsdóttir.
-Kirkjan hevur stóran týdning fyri okkum í bygdini. Vit fluttu aftur til Dals í 2000. Tá hevði eg verið 20 ár í Havnini. Vit fluttu aftur í barnaheimið. Maður mín Bødvar er snikkari og hann stovnaði sítt egna snikkaraverkstað í bygdini. Vit eiga tríggjar gentir og ein drong.
Helga sær ikki alt for ljóst upp á framtíðina í Dali.
-Vit tilkomnu, sum eru her, vera helst verandi. Men tey ungu vilja ikki vera her, tí tað tey hava lært til, er ikki her. Á tann hátt sær tað dapurt út fyri Dals bygd, sigur hon.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.