Skriva út

Heðin Olsen

Heðin Olsen deknur í Haldórsvíkar kirkju.jpg
Heðin Olsen
deknur
Haldórsvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Heðin Olsen er tjørnuvíkingur, føddur og uppvaksin í Tjørnuvík, men búsitandi í Haldórsvík. Og Heðin er kirkjutænari í átta kantaðu kirkjuni í Halldórsvík, hann er deknur. Heðin er føddur 19. desember 1953.

-Hví búgvi eg í Haldórsvík? Konan, Jóhanna, er higani, tær eru tríggjar systrar, konan er elst og allar búgva í Haldórsvík. Eg læs fyrstu ferð lestur 25 august 1991 og eg eri enn deknur. Poul Grunnveit bað meg lesa, tá íð hann var burturstaddur og eg hekk upp á tað, tí Poul fór at spæla orgul í kirkjuni, og kirkjuni tørvaði framvegis deknar. Tað er ringt at fáa kirkjutænarar, vit kundu gott verið fleiri deknar, sigur Heðin Olsen.

Heðin gekk í realskúla í nýggja Stranda skúla. Hann var har frá 1970-1973. Síðan var hann eitt ár vikar í skúlanum í Tjørnuvík og fór á HF. Eftir HF var hann vikarur við Hvalvíkar skúla, til hann fór á Læraraskúlan í 1977. Hann tók læraraprógv í 1981.

-Eg var glaður fyri, at eg tók læraraprógv og eg havi verið glaður fyri at vera lærari. Eg havi verið lærari á Eiði í 33 ár. Men so vildi eg royna nakað nýtt og nú arbeiði eg hjá Articon við meira handaligt arbeiði, og tað dámar mær stak væl, sigur hann.

Í frítíðini tekst hann við seyð og fótbólturin fer við nógvari tíð. Hann eigur tríggjar synir og allir spæla fótbólt og hann er sjálvur til hvønn einasta dyst, í hvussu er, tá íð synirnir eru á vøllinum.

Jóhanna og Heðin eiga tríggjar synir og eina dóttir og tey hava fingið trý barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.