Heðin Ólavsson Jacobsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Heðin er skálvíkingur og er giftur í Skopun og býr har. Hann hevur verið deknur til hann gjørdist sjúkur, hann hevur eina ólekjandi sjúku. Heðin er føddur 6. juli 1955.
-Eg eri ikki deknur í løtuni, men eg havi verið deknur. Eg eri sjúkur og tað sær einki út. Eg fari spakuliga niður eftir skráplaninum. Tað er rættuliga ringt fyri psykuna, at hava eina ólekjandi sjúku. Ringt at hava hetta hangandi á mær, eg havi nógv at liva fyri enn.
-Eg havi kreft, tað byrjaði í prostata og nú hevur tað spreitt seg til ryggin. Eg havi fingið at vita, at hetta er ólekiligt. Men lívið er eisini broytt og er vorðið øðrvísi. Eg eri nógv meira í løtuni nú og forholdið til konuna og børnini er tættari. Eg kenni ikki tann eina dagin, hann kann vera skjótt og hann kann vera leingi og tað dregur meg til at liva her og nú.
-Nú spæli eg harmoniku, vóni, at eg komi at spæla nakað afturat. Eg havi verið deknur síðan 2004, men nú orki eg ikki.
-Eg havi verið sjómaður. Eg fekk skaða niðri á Bornholm í 1984 og síðan fór eg at læra til elektrikara. Eg arbeiddi í fleiri ár sum eletrikari fyri LM á Sandi, tað var eitt gott arbeiði.
Heðin er giftur við Tórfríð Mariu Jacobsen úr Skopun, tey eiga ein son og tvær døtur og seks barnabørn.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.