Skriva út
Heðin Djurhuus
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Tað var ikki akkurát áhugin, sum fekk Heðin Djurhuus at gerast klokkari í Sjóvar Kirkju. Hann hevði onkran fordóm um starvið, sum seinni ikki vísti seg at halda. Heðin er strandingur, føddur 10 september 1951 og er í skrivandi stund 63 ára gamal.
-Eg sat í kirkjuráðnum. Erhard Johansen, vildi frá vegna aldur. Hann hevði røkt klokkarastarvið mest sum einsamallur í eitt mannaminni. Eg var formaður og tað gekk ikki so væl at fáa fólk. Eg ætlaði slett ikki at gerast klokkari, helt starvið vera ov bundisligt, men hesi átta árini, har eg havi átt leiðina upp í tornið, hava víst seg at gjørt míni hugsan um, at starvið er bundisligt, dyggiliga til skammar. Mær dámar stak væl at vera klokkari. Her er eitt sindur av disiplin uppí , alt er skipað og skal vera eftir klokkusletti, og tað dámar mær.
-Og tað er ikki bara ringingin. Vit hava aðrar uppgávur, skulu eitt nú syrgja fyri, at tað er heitt í kirkjuni, tá ið fólk koma til gudstænastu, sigur Heðin Djurhuus.
-Kirkjufólkið sigur, at tað er munur á ringingini hjá teimum ymisku klokkarunum. Onkur ringir skjótari, onkur meira sakta. Sjálvur búgvi eg úti á Strondum og hoyri ikki klokkuna í Sjóvar Kirkju, eg hoyri bara tað á Nesi.
-Mær dámar væl starvið, men eg eri ikki so fegin um at ganga við talvuni. Um fólk hava gloymt at hava pengar við og tey kenna seg illa og eg kenni meg eisini illa. Tað er einasta neiliga fyri meg í starvinum, sigur Heðin Djurhuus.
Heðin er mest kendur í Eysturoynni, sum maðurin, ið hevur flutt hita út til fólk. Hann hevur í mong ár starvast við at koyra olju út til fyrst hjá ESSO, síðan Statoil og nú hjá Effo, ið hevur skift navn, tá íð felagið hevur skift hendur.
-Tað er vorðið til 30 ár í oljuvinnuni. Nú koyri eg ikki olju út longur, seinastu 15 árini havi eg arbeitt sum goymsluleiðari. Og tað er eitt arbeiði við stórari ábyrgd at koyra við olju, serliga, tá ið tað er hált. Ein vetur minnist eg, at vit í tríggjar vikur í kava ikki sluppu niðan í Kinn í Lamba við bilinum. Vit máttu knossa dunkar niðan. At dragsa oljuslanguna var mangan eisini stríggið og tú fór út við fullum bili um morgunin og nakað seinni stóð tú aftur í sama stað við tómum bili, sigur Heðin Djurhuus.
Heðin var einans fimm ára gamal, tá ið lívsins skuggasíða rakti hann og familjuna meint. Pápi hansara Meinhard Djurhuus doyði at tuberklum.
-Eg var fimm ára gamal, Mads bróður var trý, Eyðbjørg níggju og Marjun tólv. Mamma giftist aftur við Grækaris, vanliga kallaður Gaga í 1969. Tey fingu sonin Hans Jacob, sigur Heðin Djurhuus.