Harry Jensen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Harry Jensen hevur verið avloysaradeknur í Skúvoyar kirkju seinastu árini. Hann hevur avloyst Meinhard Hentze. Harry er stórbóndi í Skúvoy við 25 merkrum av kongs og tríggjar merkur av ogn. Harry er føddur 14. apríl 1960.
-Meinhard gongur nógv upp í at røkja kirkjuna og tað er sjálvdan, at eg avloysi hann. Eg havi seinasta árið eisini ringt klokkan 9 sunnumorgnar. Eg havi fjósið beint við kirkjuna Úti á Bø og møti ofta Meinhard, sum er klokkari eisini og eg bjóðaði meg bara fram, sigur Harry Jensen.
-Pápi mín, Janus Jensen var deknur í 50 ár. Ella hann mátti gevast, tríggjar vikur áðrenn hann rundaði starvsdagin. Hann fekk stær í eyguni og sá ikki at lesa. Deknar hava verið í Útistovu í hvussu er aftur til 1802
-Mær dámar væl í Skúvoy. Eg eri uppvaksin her. Eg var sjómaður og maskinmeistari og tað var ikki ætlanin, at eg skuldi gerast bóndi, men so kom sjúka upp í hjá beiggja mínum og eg fór í land. Eg sigldi tá sum maskinmeistari í Grønlandi. Eg var 15 ár til skips sum dekkari og maskinmaður, sigur hann.
-Eg havi fyrst kongsfestið, sum altíð hevur verið í familjuni, og síðan eru komin tvey kongsfestir aftur at. Her eru 25 merkur í kongs og nógv av ognarjørð og skipanin er 400 áseyðir. Tað melur runt, men ikki nakað stórt yvirskot, sigur hann.
Maskinmeistaraútbúgvingin kemur væl við, eisini í Skúvoy. Hann hevur elverkið um hendur og so er hann førur fyri at halda arbeiðstólini.
Harry er giftur við Betty Hansen av Sandi. Tey eiga ongi børn saman, men hon eigur tvey børn og hann ein son. Tey eiga tvey barnabørn.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.