Skriva út

Harald Hammer

Vesturkirkjan - Harald Hammer, klokkari
Harald Hammer
klokkari
Vesturkirkjan
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Harald Hammer er klokkari í Vesturkirkjuni. Hann er føddur suðuri í Vági, uppvaksin í Sørvági og býr á Norðasta horni í Havn. Hann er føddur 30 august 1956. 

    -Pápi mín er sørvingur og mamma er úr Vági. Abbi mín Harald úr Sørvági doyði frá 10 børnum og pápi mín vaks eitt skifti upp í Vági. Her møtti hann mammu og tey búðu í Vági fyrstu tíðina, áðrenn tey fluttu aftur til Sørvágs. Sjálvur flutti eg til Havnar í 1986. Eg bleiv forlovaður í Havn, konan er av Landavegnum og vit eiga eina gentu og ein drong, sigur Haraldur Hammer. 

    -Eg arbeiði á landsjúkrahúsinum á teknisku deild og havi verið har leingi. Eg havi verið kirkjufólk í Vesturkirkjuni øll árini. Eg kendi væl Signar Dam, sum bæði hevur verið klokkari og deknur. Vit eru grannar og hava havt nógv saman og tað var hann sum spurdi meg, um eg vildi vera klokkari. 

    -Eg hugsaði um eg skuldi gerast klokkari og segði ja. Hetta var um heystið og nú eru longu trý ár síðani. Eg hugsaði, man vil altið veita eina hjálpandi hond, sjálvur eri eg trúgvandi og gangi í Meinigheitshúsið. Fyri nógv er kirkjan bara ein sjálvfylgja. Men kirkjan hevði onga tænastu havt, um tað ikki vóru sjálvboðin leikfólk, sum syrgdu fyri at kirkjan var opin. 

    -Eg royni at fáa tænastuna í kirkjuni at ganga upp við arbeiðslívið. Eg burdi havt sagt nei, tí eg gangi vakt á Landsjúkrahúsinum, men eg vil hetta, fyrst og fremst, tí eg eri góður við kirkjuna.