Skriva út

Hanus undir Leitinum

Hanus Undir Leitinum.jpg
Hanus undir Leitinum
deknur
Húsavíkar kirkja

Eftir Jústins Leivsson Eidesgaard

Hanus undir Leitinum hevur verið ímyndin av Húsavík í mong ár. Hann hevur sitið í sóknarstýrinum, hann hevur verið lærari og hann hevur verið deknur. Hann hevur verið álitismaður í bygdini. Fyrstu ferð eg vitjaði heim teirra í Húsavík, vóru bæði á lívi og Fía var bæði blíð og tíð. Næstu fer eg var á gátt, var Fía deyð. Hon hevði krabbamein og stutt eftir, at eg snakkaði við Hanus undir Leitinum, var hann eisini farin higanfrá. Hanus var eitt livandi menniskja, skilamaður og tú kendi hann frá tí almenna lívinum, har hann var virkin, eisini politiskt. Hanus er føddur 17 juni í 1940.

-Eg var til skips í fleiri ár, áðrenn eg fór á skúla. Tað var einki val. Tá vóru ongir pengar og tí noyddist eg til skips sum blaðungur. Sum 19 ára gamal fór eg á háskúla í Danmark. Hetta var á Snoghøj háskúla, beint sunnanfyri Fredericia. Síðan gekk eg á realskúla í Havn á VBV. Skúlin flutti til Hoydalar í 1964. Og eftir real fór eg á læraraskúlan. Faktiskt var tað háskúlin, sum gav mær hug til at fara víðari í lesnaði. Eg læs eitt stutt skifti niðri, áðrenn eg fór á læraraskúla, sigur Hanus undir Leitinum.

-Eg var vikarur eitt ár í Elduvík og har møtti eg konuni. Fía var dóttir til Joel og elsti sonur okkara er uppkallaður eftir abban í Elduvík.  Eg hevði leiligheit í kjallaranum í Liðanum í Elduvík. Fyrst fekk eg starv á Meginskúlanum á Sandi og var har í 17 ár. Síðan fekk eg starv í heimbygini Húsavík og í Dali og har var eg eisini í 17 ár.

-Eg og konan fingu trý børn. Joel, Kristina og Jalgrim og so sjálvandi øll barnabørnini eisini, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”