Hanus Antonussen Samuelsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Hanus Samuelsen er ættaður úr Húsavík, har hann er uppvaksin. Sum ungur var hann eisini eitt skifti deknur í Húsavíkar kirkju og seinni var hann eisini deknur eitt skifti í Havnar kirkju . Hanus er føddur 10. september 1936.
-Eg var vikarur í Húsavíkar skúla í árunum 1956-1958. Beint áðrenn hevði eg tikið studentsprógv á VBV, sum vóru húsini hjá Vandbygnngsvæsenet og har studentaskúlin helt til, áðrenn flutt var niðan í Hoydalar.
-Vit gingu fast í kirkju í Húsavík. Lærarin var deknur, tað hoyrdi til. Hjá mær var tað heilt natúrligt, eg var bæði deknur og organistur og læs fyri tað mesta føroyskar lestrar úr bókini hjá J. Dahl, Í lýsing. Gamli lærarin Magnus Magnussen var húsvíkingur og lærari í bygdini frá 1914 og til einaferð í fimtiárini. Hann læs úr donsku lestrarbókini, sigur hann.
-Eg var liðugur sum lærari í 1960 og fekk beinanvegin starv á realskúlanum í Havn og í 1964 fekk eg starv á studentaskúlanum, skúlin flutti niðan í Hoydalar í 1962, sigur hann.
-Eg gjørdist deknurí Havnar Kirkju frá 1970-1972. Eg gavst, tí dótturin Jana var vorðin so hjálparleys, Jana er rørslutarnað.
-Vit bygdu hús í Hoydølum og fluttu inn í desember 1964. Tað var sum at flyta út á bygd. Vit høvdu ikki bil, og súkklaðu og vit fóru til bóndan at keypa mjólk.
-Eg var fyrsti studentur úr Húsavík, tað var hildið at vera nakað tá. Eg hevði ongan hug til sjógvin og heldur ikki hug til seyð, men eg hevði góðan lesihug, sigur hann.
-Í dag ganga vit fast í Hoyvíkar kirkju. Eg og konan Helena hittust á læraraskúlanum. Í 1961 giftust við og fingu tvey børn, Janu og Óla. Vit eiga trý barnabørn.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.