Skriva út

Hans Sofus Kjærbæk

Hans Sofus Kjærbæk, klokkari (2).jpg
Hans Sofus Kjærbæk
klokkari
Hósvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hans Sofus Kjærbæk ringir fyri hósvíkingum sunnudagar. Hann minnir teir á, at sunnudagur er og hann kallar teir í Guds hús. Hann skipar fyri í kirkjuni og hevur ábyrgd av at gudstænastan gongur á forsvarligan hátt. Hann er fyrstur í kirkjuna og tann seinasti úr henni aftur og syrgir fyri, at allar mannagongdin verða hildnar.

Og hvussu bar tað so til, at Hans Sofus gjørdist klokkari. Hann er ikki innføddur hósvíkingur. Uppskriftin var einføld.

-Kristian Martin Jacobsen kom og spurdi, um eg kundi hjálpa til at vera klokkari og eg segði ja. Eg var klokkari í eina tíð, til eg mátti gevast av arbeiðsmessigum orsøkum. Klokkarastarvið hóskaði illa saman við mínum arbeiði, tí eg var á vakt sunnudagar eisini.

-Eg eri uppvaksin í Kollafirði, men fyri átta árum síðan flutti vit til Hósvíkar. Eg átti hús í Kokkafirði, sum eg hevði keypt frá ommu míni. Men tey vóru ov smá og eini hús í einari hædd stóðu til sølu í Hósvík, vit hugdu eftir teimum, og keyptu. Í dag er sambandið somikið gott, at tað kann næstan gera tað sama, hvar man býr.

-Konan er slektað av Sandi og eitur Marin. Vit eiga eina dóttir og hon er 28 ára gomul. Vit fluttu í 2008 og vit trívast. Hósvíkingar eru fyrikomandi fólk og her er gott at vera.

Mamma mín er úr Kollafirði og kallast Jonhild og pápi mín Martin er úr Sumba og harav eftirnavnið.

-Eg eri útbúgvin maskinsmiður og eri næstan uppvaksin við at reperera gravmaskinur, trukkar og annað. Eg havi starvast í mong ár í Landsfjósinum. Eg var serviceteknikkari hjá Magn, meðan eg var klokkari og tað gjørdist ov nógv. Eg mátti siga klokkarastarvið frá mær, tí eg var altíð til arbeiðis. Tað av ov bundisligt.

-Eg var klokkari fyri at geva eina hjálpandi hond, starvið var ikki nakað, sum eg brendi fyri. Eg eri eisini andaliga virkin og siti í stýrinum í missiónshúsinum í Kollafirði.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”