Skriva út
Hans Kristjan Djurhuus
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Vanliga situr Hans Kristjan Djurhuus høgt oman fyri vanligar bilførarar og strýkur eftir føroyskum vegunum. Hann er ein sokallaður truckari og koyrir trailarar, lastbilar við krana og aðrar stórar bilar. Og sunnudagar er hann eisini høgt hevjaður yvir kirkjufólkið í Selatraðar kirkju. Hann heldur til í torninum, har hann er klokkari og mest um tað og eitt sindur um bilar snýr hendan lýsingin í orðum seg um. Hans Kristjan er føddur 23 januar í 1979 og er uppvaksin á Selatrað.
-Seinastu tíðina havi eg verið rættuliga ódrúgvur í torninum, tað er so nógv annað,sum kappast við klokkarastarvið. Eg havi koyrikort til alt slag av stórum bilum og dámar væl blandaðar uppgávur, ikki altíð at gera tað sama, men skifta ímillum, sigur hann.
-Jóan Karl, okkara royndi klokkari og deknur spurdi meg, um tað lá fyri, og eg segði ja. Eg gekk meira í kirkju sum yngri. Vit eru so fá fólk. Eg hevði ongar ætlanir um at gerast kirkjutænari, tá eg var yngri. Hinvegin, klokkarastarvið gevur mær ein umskildning ella eina grund til at fara í kirkju, og tað passar mær væl.
-Vit ringja ikki longur sunnumorgnar. Einans klokkan 12 og eg eri ongantíð fyrstur í kirkju. Hini eru altíð áðrenn. Eg plagi at møta eitt korter áðrenn eg skal ringja.
-Eg plagi at syngja til jarðarferðir og havi til starv av ganga runt við talvuni. Eg haldi ikki, at tað er flovisligt at ganga við talvuni. Man sær tað á fólki, um tey hava gloymt, at hava pengar við.
-Eg fái vanliga klokkuna upp at ringja fyrstu ferð. Tað er bara at hála fast í . Eg ringi eftir gehør í einar tveir minuttir. Eg plagi at byrja, tá ið tann seinasti kemur oman gjøgnum kirkjubrekkuna. Veit nøkulunda hvør kemur síðst, og síggi hann og so háli eg í reipið, sigur hann.
-Eitt sindur meira er at ansa eftir, tá ið biðisløgini skulu ringjast. Talan er um níggju sløg, fyrst trý stutt, síðan trý long og síðan aftur trý stutt. Eg havi ongantíð mist talið, eri ungur enn, men veit ikki hvussu tað verður, tá ið eg gerist eldri, sigur Hans Kristjan Djurhuus.
Sunnudagar ringir hann, yrkadagar koyrir hann alskyns stór akfør hjá IR lastvognum. Hann er uppvaksin Úti á Forðunum í Garðahaganum á Selatrað.