Skriva út

Hans Jacob Lamhauge

Hans Jacob Lamhauge, deknur.jpg
Hans Jacob Lamhauge
deknur
Glyvra kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hans Jacob Lamhauge hevur í mong ár havt ábyrgd innan kirkjuna á Glyvrum og neyvan er nøkur avgerð tikin um kirkjuna síðan fyrst í nítiárunum í farnu øld, uttan at Hans Jacob ikki hevur havt okkurt við málið at gera. Hans Jacob hevur i mong ár verið deknur og nógv longri eisini í kirkjuráðnum og formaður. Hann er lambamaður, føddur 29 mars 1948 og er útbúgvin lærari og hevur virkað innan skúlagátt meginpartin av lívinum.

-Eg havi havt við kirkjuna at gera alt lívið, í fyrstuni sum kirkjugangari og síðan við aðrari ábyrgd. Tað var fleiri ferðir heitt á meg um at koma upp í kirkjuráðið og kanska var tað av tilvild, at eg varð valdur í 1993, eg veit ikki heilt. Nógv í lívinum er tilvild. Fyrstu setuna sat eg sum vanligur limur og síðan næstu setuna havi eg verið formaður, tað vil siga, at eg siti fimtu setuna sum formaður nú.

Hans Jacob hevur verið virkin í samfelagnum. Hann sat sum borgarstjóri í Runavíkar Kommunu frá 2006-2008 og innan kirkjuna hevur hann verið sjónligur.

-Mítt deknastarv byrjaði sum eitt avloysarastarv. Eg var avloysari frá 2003 og frá 2007 havi eg verið fastur deknur. Og fyri meg er tað eitt ábyrgdarstarv at vera kirkjutænari. Eg eri meira uppspeedaður, tá ið eg eri í tænastu sum deknur. Eg havi ábyrgd av, at alt er i lagi. Og hóast eg kenni ábyrgdina, so veit eg eisini, at eg eri nærri gudstænastuni, tá ið eg eri í starvi.  Vit halda at tað er høgtíð, tá ið gudstænasta er og tað sæst eisini. Kirkjutænararnir eru pyntaðir til gudstænastu og menninir ganga í klædningi. Hetta er álvarsligt fyri okkum.

-Glyvra kirkja, sum varð bygd i 1927 hevur verið fantastisk fyri lambamenn. Áðrenn gingu teir í kirkju á Nesi og lík skuldu eisini jarðast á Nesi. Hetta gekk fyri seg í báti. Hetta var mangan baldrut.  Tí var tað eitt satt frambrot, tá kirkja varð bygd nærhendis Lamba, sigur hann.

-Nú fer mítt arbeiðslív at halla. Eg verið 67 í ár og gevist eftir 41 ár sum lærari.  Eg havi verið glaður fyri at verið lærari og um eg ikki hevði trivist, so hevði eg ikki framhaldandi verið lærari.  Í frítíðini takist eg við seyð og tað dámar mær stak væl. Eg røkti hjá Jákup, bónda í Søldarfirði og so havi eg nakrar heimaseyðir.

Hans Jacob ser giftur við Davinu av Glyvrum. Tey eiga trý børn, tveir dreingir og eina gentu.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”