Skriva út

Hans Esbern Heinesen

Hans E. Heinesen.jpg
Hans Esbern Heinesen
deknur
Tjørnuvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hans Esbern lesur lestur í Tjørnuvíkar kirkju, tá ið prestur ikki er. Tað hevur hann gjørt seinastu 15 árini og tað er eitt arbeiði, honum dámar væl. Hans Esbern er føddur tann 6. februar 1944. Hans Esbern er ein partur av bygdarlívinum og dámar væl at takast við seyð og annað, sum jørðin gevur.

-Eg fór í læru sum timburmaður sum heilt ungur. Eg giftist í 1967, konan var úr Sandavági. Tá íð børnini vóru flogin, fluttu vit til Tjørnuvíkar. Vit keyptu eini hús til kafe. Vit høvdu kafeina í trý ár, men so varð konan rakt av krabbameini. Hon fekk kreft og doyði einans 56 ára gomul. Tað gekk alt so skjótt, eg møtti nýggju konuni Randi stutt eftir og vit búgva her. Hon er jarðamóðir og er ættað av Skála.

-Her búgvi eg millum fólk, mítt egna fólk og eg trívist. Eg havi nóg mikið at takast við. Eg eigi fýra gyllin og tað gongur ein ær upp á gyllinin. Eg havi eisini eina ær, sum eg passi inni um veturin og havi gæs. Og so velti eg og velti eisini í sandinum. Tað fruktar ikki so væl í sandinum fyri tíðina, veit ikki rættuliga hví. Eg búgvi í barnaheiminum, sum eru elligomul hús, ið verða kallaði fyri Hermansens hús, har hevur fólk búð í 1723, sigur Hans Esbern Heinesen.

-Eg havi áhuga fyri at lesa, mær dámar deknastarvið og eg havi fingið tað inn við móðurmjólkini. Pápi mín, Jákup Heinesen var deknur í mong Harrans ár.

-Eg og konan fingu trý børn, eina gentu og tveir synir. Tað er vorðið til seks abbabørn og tvey langbarnabørn. Og børnini koma hendan vegin og vitja av og á.

Viðurin í Saksunnar kirkju er úr gomlu kirkjuni í Tjørnuvík. Tjørnuvíkingar mistu kirkjuna, tí ein prestur helt, at tað var for óhøgligt hjá honum at ganga ella ferðast alla leiðina til Tjørnuvíkar. Hetta hendi í 1858 og tjørnuvíkingar vóru kirkjuleysir næstu 79 árini, til aftur kirkja var vígd í Tjørnuvík, tann 18. oktober 1937.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.