Skriva út

Hallgerð Hansen

Hallgerð Hansen.jpg
Hallgerð Hansen
deknur
Haldórsvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

-Eg eri deknur, tí eg varð spurd. Eg ivaðist eitt sindur í fyrstuni. Soleiðis sigur Hallgerð Hansen, sum er deknur í Haldórsvíkar kirkju. Hon er fødd annan jóladag í 1960.

-Eg havi altíð gingið í kirkju og tað einasta sum kendist møtimikið var at standa frammi í kór og lesa frammanfyri eini fjøld. Men hetta var einans tær fyrstu ferðirnar. Nervarnir hava lagt seg og tað fellur mær lætt at lesa nú.  Mær dámar væl at lesa lestur og eg fái meira burtur úr lestrinum, tá íð eg lesi sjálv, sigur Hallgerð Hansen.

-Eg eri lærari við Kvívíkar skúla. Eg var rættuliga tilkomin, tá íð eg fór á læraraskúla. Áðrenn hevði eg arbeitt á flakavirkinum her í bygdini, á virkinum á Oyri og á Bacalao í Havn. Eg tók læraraprógv í 2006. sigur hon.

-Mamma mín er av Nesi í Eysturoynni og pápi er higani úr bygdini. Maðurin er úr Tjørnuvík. Vit eiga tvey børn, gentu og drong og hava fingið trý barnabørn, sigur hon.

-Fiskaarbeiði var har arbeiði og kalt arbeiði fyri fingrarnar. Og tað var hart fyri meg at saðla um og fara at lesa. Fyrstu trý ár á handilsskúla og síðan á læraraskúlan, men eg havi verið serstakliga glað fyri avgerðina. Eg trívist væl sum lærari.

-Kirkjutænarastarvið kann vera eitt sindur bundisligt, tí vit eru bara tveir deknar og vit plaga at taka ein mána í senn. Og tað er ikki altíð, at vit hava organist, tá plagi eg eisini at syngja fyri í kirkjuni.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.