Gunnar Reynslág
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Gunnar Reynslág er ein av teimum heilt trúgvu kirkjutænarunum í Argja kirkju. Hann læs fyrstu ferð í Argja kirkju, meðan kirkjan enn var eitt missiónshús við deknagudstænastu. Hetta var Boðanardag Mariu 16. mars 1975. Gunnar er føddur 24. januar 1948.
-Eg havi verið deknur her seinstu 42 árini og menn hava verið trúgvir her. Fyrst var Olaf Petersen, lærarin deknur. Og Henry Debes Joensen er her enn, hann var eisini, tá íð eg byrjaði, sigur Gunnar Reynslág.
-Tað er ongin almennur pensiónsaldur fyri okkum kirkjutænarar. Tað er heilsan, sum avgerð hvussu leingi ein heldur fram og heilsan er góð enn. Eg havi nógv at liva upp til viðvíkjandi aldri. Mamma mín, Elsa, var dóttir Jógvan í Norði á Toftum og hon gjørst 104 ár, minus sjey vikur. Hon doyði í 2013. Pápi Pápi mín var Óli J Olsen av Argjum, sigur Gunnar Reynslág.
-Eg byrjaði í bankavinnuni, var í 11 ár í Sjóvinnubankanum. Síðan fór á grannskoðaravirkið hjá Paula Ellefsen. Eg havi verið kommunuskrivari í Argja kommunu í 14 ár og seinastu 11 árini havi eg verið speditørur hjá Faroe Cargo og flogfelagnum.
-Kirkjan hevur týdning fyri meg. Og serliga tað eg fái burtur úr gudstænastuni. Eg eri í kirkju hvønn sunnudag.
Gunnar Reynslág er giftur við Hallgerð á Bakka, hon er systur brøðurnar á Bakka. Tey eiga ein son og eina dóttir og fimm barnabørn.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.