Gudmund Mortensen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Fyri 45 árum síðani, hitti eg Gudmund Mortensen fyri fyrstu ferð og tá sat hann eisini frammanfyri eitt orgul. Tað var á Nr. Nissum Seminarium í Vesturjyllandi, har hann gekk á læraraskúla og eg gekk á HF í sama stað. Eg hitti hann nú aftur sum organistur í Dómkirkjuini og hann venur framvegis við orgulið. Hetta er eitt dømi um, at tú ongantíð verður fulllærdur sum urguleikari. Gudmund er føddur 21. november 1950.
-Tað var eitt harmonium heima hjá okkum í Fuglafirði, eg lærdi meg sjálvur og skjótt spældi eg í missiónshúsinum, har pápi var missionerur. Eg minnnist eisini sum ungur, at eg spældi í kirkjuni í Elduvík, tá íð systir mín konfirmeraðist. Tá ið eg fór at læra at spæla orgul rættuliga á læraraskúlanum, gjørdist hetta høvuðsáhugin, og tað er tað enn, eg havi so at siga livað av at spæla orgul alt lívið, sigur hann.
Við læraraprógvinum í hondini kom Gudmund heim aftur til Føroyar og var lærari í Havn í eitt ár og síðan trý ár á Eiði. Gudmund fekk starv sum fyrsti organistur við Vesturkirkjuna og síðan lá leiðin aftur til Danmarkar, har hann fór á konservatoriið.
-Tað gjørdist til eina drúgva útferð og tað var gott at koma heim aftur eftir 30 ár í Danmark.Tað var hend ein øgilig menning innan føroyskt tónleikalív, árini eg arbeiddi niðri og eg fekk eitt dreymastarv sum organistur í Dómkirkjuni. Fyri meg er tað eisini stórt at undirvísa í orgul, tað er nakað, eg eri ógvuliga glaður fyri, tú sáar eitt fræ, sum kirkjan seinni heystar. Eg eri hálva tíð í Dómkirkjuni og hálva tíð sum tónleikalærari í musikkskúlanum.
Gudmund er giftur Ellis og tey eyga ein son og eins dóttir. Sonurin eigur ein son, og dótturin tveir.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.